Flytingargluggin er nú afturlatin, og vit kunnu staðfesta, at broytingar eru gjørdar í hópinum hjá besta mansliðnum. Hópurin verður styrktur við fimm leikarum, meðan tríggir hava takkað fyri seg á hesum sinni og eru farnir í onnur feløg.
Fýra danskir leikarar koma til landið í komandi døgunum. Teir eru Mads Zaar, Ardit Murati, Adis Murati og Anders Nagel.
Mads Zaar er 19 ára gamal vongur, sum hevur spælt við U19/liðnum hjá Esbjerg til nú. Harafturat er hann eisini skrásettur fyri 15 dystir á danska U17-landsliðnum.
Ardit Murati er 21 ára gamal áleypari, sum seinast hevur spælt við FC Sydvest, ið flutti niður úr triðbestu donsku deildini, 2. division, í fjórðbestu deildina, Danmarksseriuna.
Yngri bróður Ardit Murati, Adis Murati, kemur eisini til felagið. Hann er eisini álopskendur leikari og hevur eins og Mads Zaar spælt við U19-liðnum hjá Esbjerg. Adis Murati er 19 ára gamal.
Síðsti danski leikarin er 22 ára gamli málmaðurin, Anders Nagel, sum seinast hevur spælt við Viby IF í Danmarksseriuni. Hann skal kappast við Milos Budakovic um plássið í málinum í seinnu kappingarhálvu.
Fimti leikarin er spanski Leo Mboumba, sum hevur spælt í lægri deildunum í Spania. Hann er miðvallari.
Leikararnir, ið eru farnir úr felagnum á hesum sinni, eru Pedro Luis Moreno González, Dánjal Karbech Hansen og Sverri Petersen. Spanski málverjin, Pedro Moreno, er skiftur til Skála. Hann vardi málið hjá AB í níggju dystum. Dánjal Karbech Hansen og Sverri Petersen hava valt at søkja aðrar leiðir og spæla nú við Undrið.
AB takkar teimum nú fyrrverandi leikarunum fyri hesaferð.Og samstundis ynskja vit okkara nýggju leikarum hjartaliga vælkomnum til felagið!