1. deild menn: NSÍ
AB
-



Vit høvdu alstóran tørv á trimum stigum ímóti NSÍ í Runavík í dag, og tey stigini fingu vit. Hetta var ein av heilt góðu dystunum hjá okkum í ár, har vit til tíðir vístu sera gott spæl, og so var tað eisini hugaligt at síggja, at ein av nýggju monnunum veruliga vísti, hví AB hevur leitað sær styrk uttanlands.
Liðið í dag varð mannað við Anders í mál, Teiti J. og Sørin í miðverjuni og Jákupi Paula og Rógva N.P. á hvør sínum bakki. Bjarni og Adis vóru mitt á miðuni, Mads og Teitur D. í borðunum, og so var okkara nýggi nummar 99, Ardit, álopssinnaður miðvallari. Heilt fremst var Símin.
Tað sæst beinanvegin, at okkara menn ætla sær trý stig í dag. Vit seta okkum á dystin og spæla væl runt, men blíva ikki veruliga vandamiklir at byrja við. NSÍ hóttir einaferð, tá ið ein óneyðug uppspælsvilla setir runavíkingar í eina vandamikla støðu. Tíbetur gerst tað ikki verri enn, at Anders kann taka sær av tama skotinum, sum kemur.
Eftir 20 minuttir bragdar hjá okkum. Mads og Bjarni spæla væl saman og senda Jákup Paula avstað, sum er komin í yvirlapp. Hann skjýtur innfyri og rakar Símin, sum sendir bóltin víðari í hina síðuna, har Teitur Debes trekkir og skjýtur upp á mál. Skotið er kanska ikki av teimum allar bestu, men útsýnið hjá NSÍ-málverjanum verður tarnað av við- og mótleikarum, og so endar bólturin við at fara í netið. Eitt heilt gott mál, sum fleiri leikarar eiga sín lut í.
Eini 10 minuttir fyri hálvleik halda vit okkum eiga brotsspark. Teitur Debes trekkir aftur inn úr vinstru, setir eini tveir mans av, men tá hann er í ferð við at seta triðja mannin av verður hann feldur av mótleikara. Eitt klokkuklárt brotsspark í okkara hugaheimi, men dómarin floytar ikki.
Hetta gloyma vit tó skjótt, tí fimm minuttir fyri hálvleik er aftur mál til AB. Hesaferð er bólturin endaður í høgru síðu, har ein av nýggju monnunum, Mads Zaar, við frálíkum einmansavriki setir fleiri mans av og fríur ímóti málinum setir hann bóltin trygt í øvuta síðunet til 2-0. Hetta verður hálvsleiksstøðan, og menn kunnu fara væl nøgdir til hálvleiks.
Komnir út til seinna hálvleik fáa vit ein hvøkk, tí NSÍ setir okkum undir tungt trýst fyrstu tveir-tríggjar minuttirnar, har vit ikki eydnast at koma úr egnum brotsteigi. Ongin upplagdur málmøguleiki spyrst tó burturúr, og ístaðin verður dysturin avgjørdur lítla løtu seinni.
Vit fara í snarálop, og Símin sendir Ardit avstað. Beint uttanfyri brotsteigin er hann um at vera fríur ímóti málinum, men ein NSÍ-leikari tekur neyðbremsuna í nýtslu, og so er reytt kort, sum merkir, at vit eru í yvirtali restina av dystinum.
Restina av dystinum hevur AB so at siga fullkomiliga tamarhald á støðuni og skapar fleiri góðar málmøguleikar. Ungi og evnaríki málverjin hjá NSÍ skal tó eiga rós fyri, at hann spældi ein branddyst, og hann var høvuðsorsøkin til, at okkara sigur ikki gjørdist enn størri.
Eftir mongu góðu støðurnar eydnast tað okkum endiliga at økja til 3-0, tá eitt korter er eftir. Gott spæl í vinstru síðu endar við, at Mads verður spældur leysur. Aðrir leikarar standa eisini í góðum støðum inni í brotsteiginum, men Mads fer sjálvur og júst sum í hansara fyrsta máli sendir hann bóltin trygt yvir í øvuta síðunet, hesaferð til 3-0.
Onki er at siga til, at Mads var okkara besti maður í dag. Hann er sera væl fyri tekniskt, hevur gott spælskil og er ringur at steðga, tá hann kemur upp í ferð. Í yvirtíðini setir Mads krúnuna á verkið á hansara og okkara flotta avriki í dag, tá Bjarni sendir hann leysan ímóti málverjanum. Mads vísir yvirskot við at lobba bóltin upp um málverjan fyri síðuna at skjóta hann í eitt tómt mál til endaliga úrslitið, sum er 4-0 til AB.
Okkara menn eiga í dag eitt herðaklapp fyri at spæla heilt væl, vísa góðan hugburð og renna og stríðast fyri hvønn annan. Hetta er tað, sum vit vilja síggja hvørjaferð! Einasta hjartasuffið er, at vit í dag geva eini tríggjar fullkomiliga óneyðugar góðar støður til mótstøðuliðið, sum verða revsaðar av betri liðum enn tí, sum vit spældu ímóti í dag.
Á sosialum miðlum hava verið onkrar speiskar og forhánisligar viðmerkingar um, at AB hevur fingið fleiri útlendingar á liðið. Veruleikin er tó tann, at vit eru í kapping við onnur lið, og tá er eisini neyðugt at styrkja við góðum leikarum uttanifrá. Allir okkara nýggju, donsku leikarar eru ungir, men í dag gjørdu teir sanniliga stóran mun. Anders tók tað í málinum, sum hann skuldi, Adis var sera raskur, rennisterkur og góður á bóltinum á miðuni, og Mads hava vit longu lýst. Síðani hava vit eisini Ardit, sum ikki var heilt 100% í dag orsakað av einum skaða (spældi ikki meira enn 55 minuttir av somu orsøk), men hann arbeiddi hart og bant offensiva spælið hjá okkum væl saman.
Vit hava eisini framvegis nógvar lokalar leikarar í hópinum, og teir gjørdu eisini sítt í dag og vóru raskir. At hava nógvar argjamenn í hópinum blandað við góðum styrki uttanifrá er heilt avgjørt tann gongda leiðin.
Komandi dystur verður ímóti HB í Gundadali mikudagin 4. august.
Spæla vit fleiri dystir, sum vit gjørdu í dag, so kann tað framvegis blíva heilt stuttligt hjá okkum í ár. Men eins og tað hevur verið víst á í dystarfrásøgnum fyrr í ár, so krevur tað støðufesti, og at vit eru eins góðir til hvønn einasta dyst.
Vit ynskja okkara monnum til lukku við sigrinum í dag!