Frá 1. august byrjar ítróttarstjórin hjá AB, Jonas Dal Andersen, í starvi hjá danska FC Midtjylland, har hann skal standa á odda fyri samstarvinum hjá felagnum við nigerianska FC Ebedei.
Inntil tá er Jonas Dal Andersen tó framvegis í AB. Í løtuni er hann afturat starvinum sum ítróttarstjóri virkandi høvuðsvenjari hjá Betrideildarliðnum, sum hann fer at vera fram til summarsteðgin.
Felagið arbeiðir við at seta nýggjan venjara til besta mansliðið, og vit vóna at kunngera nýggjan venjara seinni í hesari vikuni.