NÝGGI VENJARIN ER FUNNIN
Tað verður danski Henrik Larsen, ið eftir summarsteðgin verður høvuðsvenjari hjá AB. Partarnir hava gjørt semju um sáttmála, sum í fyrstu syftu er galdandi til og við kappingarárið 2023.
Hann hevur áður verið venjari hjá ymiskum liðum í Horsen, Silkeborg, AAB og seinast Team Viborg.
Í AB eru vit vís í, at vit hava funnið rætta mannin til sessin, ið kann hjálpa okkum fram á leið í føroyskum fótbólti.
Umframt at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum fer Henrik eisini at hava aðrar uppgávur í felagnum.
Henrik byrjar í starvinum umleið hálvan juli, tá fyrireikingarnar til seinnu kappingarhálvu byrja. Fram til tá verður tað ítróttarstjórin, Jonas Dal Andersen, ið verður virkandi høvuðsvenjari fram til summarsteðgin.
Velkommen til klubben, Henrik!