Hoyr AB sangin við at trýsta her.
AB sangurin
(Orð og lag: Heri Nolsøe)
Vit eru AB skora sum mest
Í AB fáa vit stríðsviljan hvest
Eitt felagsynski at skjóta nógv mál
Og vísa í verki viljan av stál
Í framtíðarkappingum strembandi fram
Í beinhørðum dystum sigrarnar vann
Við ítróttaranda í skjøldrinum fest
Tað spælarum, felagnum tænir sum best
Vit eru AB skora sum mest
Í AB fáa vit stríðsviljan hvest
Eitt felagsynski at skjóta nógv mál
Og vísa í verki viljan av stál
Nú summarið komið er venjing hvønn dag
Vit tuska og dribla og herja avstað
Í felagsskapi vit koma á mál
Og fáa til høldar nógv sigurshál
Vit eru AB skora sum mest
Í AB fáa vit stríðsviljan hvest
Eitt felagsynski at skjóta nógv mál
Og vísa í verki viljan av stál
Í framtíðarkappingum strembandi fram,
Í beinhørðum dystum sigrarnar vann,
Við ítróttaranda í skjøldrinum fest
Tað spælarum, felagnum tænir sum best
Vit eru AB skora sum mest
Í AB fáa vit stríðsviljan hvest
Eitt felagsynski at skjóta nógv mál
Og vísa í verki viljan av stál
Vit eru AB skora sum mest
Í AB fáa vit stríðsviljan hvest
Eitt felagsynski at skjóta nógv mál
Og vísa í verki viljan av stál
- Detaljer
- Skrevet af: AB
- Overordnet kategori: Tíðindi
- Kategori: Um felagið
- Visninger: 696
Read about Argja Bóltfelag (Argir Football Club) in English. Click here.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
- Overordnet kategori: Tíðindi
- Kategori: Um felagið
- Visninger: 14192
Grein 1.
Navn felagsins er Argja Bóltfelag, stuttstavað AB. Felagið er stovnað 15. august 1973. Felagið er óheft av politiskum og átrúnaðarligum áhugamálum.
Grein 2.
Endamál felgsins er, at fremja og leggja til rættis ítróttarvirksemi.
Grein 3.
Valbæri og atkvøðurætt hava einans limir í felagnum, sum eru fyltir 16 ár.
Grein 4.
Aðalfundur er hægsta vald í málum felagsins. Aðalfundurin verður hildin áðrenn februar mánaður er farin við hesi dagskrá:
1. Ársfrágreiðing
2. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri farna árið
3. Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin
4. Val av starvsnevnd og varalimum, sambært grein 9
5. Val av grannskoðara
6. Ymiskt
Grein 5.
Aðalfundurin verður kunngjørdur í fyrsta lagi 28 dagar frammanundan og í síðsta lagi 14 dagar frammanundan og lýsingin verður uppafturtikin. Roknskaparárið er álmannakkaárið. Uppskot um lógarbroytingar og mál viðvíkjandi skipan av felagnum, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundi, skulu verða starvsnevndini í hendi 3 vikur fyri aðalfund. Aðalfundurin er avgerðarførur við teimum limum, ið koma á fundin. Limir, ið eru í eftirstøðu við limagjaldi, hava ikki atkvøðurætt á aðalfundinum.
Grein 6.
Eykaaðalfundur verður hildin:
1. Tá ið aðalfundurin samtykkir tað
2. Um meirilutin í starvsnevndini samtykkir tað
3. Tá ið minst 1/3 av limum felgsins ynskja hetta
Á eykaaðalfundi kunnu uppskot ikki verða viðgjørd, uttan tey standa á fundarskránni. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á eykaaðalfundi, skal meiri enn helvtin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Eykaaðalfundur skal kunngerðast í seinasta lagi 8 dagar frammanundan.
Grein 7.
Mál, ið ikki standa á fundarskrá til aðalfund og ikki snúgva seg um lógarbroytingar ella skipan av felagnum, kunnu verða tikin til viðgerðar og avgjørd, um 2/3 av møttu limunum ynskja tað. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi krevst, at meira enn helmingurin av teimum møttu, sum atkvøðurætt hava, atkvøða fyri. Standa atkvøður á jøvnum, er tað atkvøða formansins, ið fær avgerðina.
Grein 8.
Argja Bóltfelag verður stýrt av starvsnevndini. Starvsnevndin hevur hægsta vald í felagnum millum hvønn aðalfund. Tá ið starvsnevndarlimur hevur forfall, tekur varamaður sæti í nevndini.
Ein fótbóltsnevnd verður vald av starvsnevndini. Fótbóltsnevndin arbeiðir eftir reglugerð, sum starvsnevndin letur gera. Somuleiðis kann starvsnevndin velja aðrar nevndir.
Grein 9.
Í starvsnevndini sita 3-5 limir, formaður, næstformaður, kassameistari, skrivari og upp til 1 nevndarlimur. Nevndin skipar seg sjálv. Annahvørt ár verða valdir 3 limir og annahvørt ár 2 limir. Um bert 4 limir eru valdir, verða 2 valdir annað hvørt ár. Um bert 3 limir eru valdir, verða 2 limir valdir annaðhvørt ár og 1 limur annað hvørt ár. Valdir verða eisini 2 varalimir fyri eitt 1-ára skeið.
Starvsnevndin hevur øll fíggjarlig viðurskifti um hendi. Til skuldbinding, keyp og sølu av fastari ogn krevst einmælt nevndarsamtykt. Felagið verður teknað av formanni saman við 2 nevndarlimum.
Starvsnevndarfundur er, tá ið formaður ella ein nevndarlimur ynskir tað. Fundurin er avgerðarførur um bert 3 limir eru á fundi.
Grein 10.
Starvið hjá starvsnevndini er í høvuðsheitum:
1. at seta samtyktir aðalfundanna í verk
2. at standa fyri rakstrinum av felagnum.
Grein 11.
Limagjøld felagsins eru (frá 2018):
Leikarar í U21, 2. deild og Betrideildini rinda 1.200 kr. um árið.
Leikarar í U15, U17 og U18 rinda 1.000 kr. um árið.
Øll onnur rinda 800 kr. um árið.
Hvílandi limir rinda 300 kr. um árið.Um fleiri systkin eru yngri enn 18 ár fáa øll 100 kr í avsláttur í part.
Hevur limur eftirstøðu, hevur starvsnevndin heimild til, at nokta honum luttøku í lands- kappingini og/ella koyra hann úr felagnum og kann hann ikki gerast limur aftur, fyrr enn øll skuld hansara, til felagið, er goldin. Starvsnevndin hevur heimild til at broyta limagjaldið, uttan at omanfyri nevnda grein 11 verður kunngjørd av nýggjum.
Grein 12.
Allir limir felagsins hava skyldu at arbeiða fyri felagið og at røkja ognir tess. Starvsnevndin skipar fyri, hvussu arbeiðið verður limanna millum.
Grein 13.
Til at slíta Argja Bóltfelag krevst 4/5 av limum felagsins samtykkja tað á aðalfundi ella eykaaðalfundi. Verður slík samtykt gjørd, leggur tann aðalfundurin frá sær, meðan tann starvsnevndin, sum sat seinasta valskeið, verður sitandi og boðar til aðalfund um tríggjar mánaðir. Verður tá aftur samtykt við 4/5 meirluta at slíta felagið, er felagið lógliga slitið. Allar ognir felagsins skulu tá nýtast til vælgerðandi endamál.
Grein 14.
Samtíðis, sum henda lóg kemur í gildi, falla burtur allar samtyktir, sum stríða ímóti henni og somuleiðis eldri lóg felagsins.
Henda lóg fær síðani gildi.
-
Samtykt á aðalfundi Argja Bóltfelags, tann 16. februar 1998, og við seinri broytingum, seinast 6. mars 2007og 3. februar 2021.
- Detaljer
- Overordnet kategori: Tíðindi
- Kategori: Um felagið
- Visninger: 5095
Stadionøkið liggur inni í Vika á Argjum.
Stadionøkið fekk í 2015 heitið "Skansi Arena" sum liður í einari sponsoavtalu við Skansi Offshore.
Fótbóltsvøllurin á Argjum varð gjørdur í 1983 og var í nógv ár hægst liggjandi fótbóltsvøllur í landinum. Hann er 92,87 m yvir havinum.
Hægst liggjandi fótbóltsvøllur í landinum í dag er fótbóltsvøllurin í Hoyvík. Hæddin á miðjuni á tí vøllinum er 117,31 m yvir havinum.
Aðrir høgt liggjandi fótbóltsvallir: Leirvík, 91,66 m yvir havinum. Á Svangaskarði, 82,82 m yvir havinum. Sumba, 74 m yvir havinum.
Vøllurin fekk fyrstu ferð graslíki í 1988 og nýtt graslíki varð lagt á vøllin í 2010.
Vøllurin er ?? m langur og ?? m breiður. Tvs. um tú fert ein rennitúr, so er ein runda eftir strikunum ?? metrar at renna.
Áskoðaraskýlið á Argjum var bygt í 2009. Í skýlinum eru ?? sitipláss. í 2015 vóru hølini unir áskoðaraskýlinum innrættaði við skiftirúmum, felagshølum osv. Tilsamans eru hølini undir skýlinum ?? fermetrar til víddar.
AB-húsið var bygt í 1985. Húsið verður í dag mest brúkt til felagstiltøk, útleigan og í undirhæddini hevur Argja Dart síni venjingarhøli.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
- Overordnet kategori: Tíðindi
- Kategori: Um felagið
- Visninger: 1757
Hesir hava verið venjarar á fremsta liðnum bjá AB:
Oddbjørn Joensen (2000 - 2001)
Sámal Erik Hentze (2002 - 2003)
Kári Reynheim (2004)
Jóannes Jakobsen (2005)
Rúni Nolsøe (2006)
Oddbjørn Joensen (Januar - mai 2007)
Sigfríður Clementsen (Juni 2007 - Desember 2007)
Allan Mørkøre (2008 – Juli 2010)
Sámal Erik Hentze (August 2010 – Desember 2013)
Bill McLeod Jacobsen (Januar 2014 – 16. april 2014)
Oddbjörn Joensen (17. april 2014 – mai 2015)
Sámal Erik Hentze (Juni 2015 - desember 2015)
Trygvi Mortensen (2016)
Kári Reynheim (2017)
Sorin Vasile Anghel (2018 - 2019)
Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen (2020)
Dimitrije Jankovic og Kári Nielsen (2021)
Sámal Erik Hentze og Jón Krosslá Poulsen (2021 -
Besta liðið hjá AB hevur spælt í hesum deildum:
2000: 2. Deild (nr. 4)
2001: 2. Deild (nr. 4)
2002: 2. Deild (nr. 1)
2003: 1. Deild (nr. 4)
2004: 1. Deild (nr. 3)
2005: 1. Deild (nr. 4)
2006: 1. Deild (nr. 2)
2007: Formuladeildin (nr. 9)
2008: 1. deild (nr. 2)
2009: Bestadeildin (nr. 6)
2010: Bestadeildin (nr. 10)
2011: 1. Deild (nr. 3)
2012: 1. Deild (nr. 2)
2013: Bestadeildin (nr. 7)
2014: Bestadeildin (nr. 8)
2015: Bestadeildin (nr. 8)
2016: Bestadeildin (nr. 9)
2017: 1. Deild (nr. 1)
2018: Betrideildin (nr. 9)
2019: Betrideildin (nr. 7)
2020: Betrideildin (nr. 9)
2021: 1. Deild (nr. 3)
2022: Betrideildin
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
- Overordnet kategori: Tíðindi
- Kategori: Um felagið
- Visninger: 3100