Stadionøkið liggur inni í Vika á Argjum. 

Stadionøkið fekk í 2015 heitið "Skansi Arena" sum liður í einari sponsoavtalu við Skansi Offshore.

Fótbóltsvøllurin á Argjum varð gjørdur í 1983 og var í nógv ár hægst liggjandi fótbóltsvøllur í landinum. Hann er 92,87 m yvir havinum.

Hægst liggjandi fótbóltsvøllur í landinum í dag er fótbóltsvøllurin í Hoyvík. Hæddin á miðjuni á tí vøllinum er 117,31 m yvir havinum.

Aðrir høgt liggjandi fótbóltsvallir: Leirvík, 91,66 m yvir havinum. Á Svangaskarði, 82,82 m yvir havinum. Sumba, 74 m yvir havinum.

Vøllurin fekk fyrstu ferð graslíki í 1988 og nýtt graslíki varð lagt á vøllin í 2010. 

Vøllurin er ?? m langur og ?? m breiður. Tvs. um tú fert ein rennitúr, so er ein runda eftir strikunum ?? metrar at renna.

Áskoðaraskýlið á Argjum var bygt í 2009. Í skýlinum eru ?? sitipláss. í 2015 vóru hølini unir áskoðaraskýlinum innrættaði við skiftirúmum, felagshølum osv. Tilsamans eru hølini undir skýlinum ?? fermetrar til víddar.

AB-húsið var bygt í 1985. Húsið verður í dag mest brúkt til felagstiltøk, útleigan og í undirhæddini hevur Argja Dart síni venjingarhøli.