Ynskið hjá Argja Bóltfelag er at bjóða børnum og unglingum okkara so dygdargóða og mennandi venjing sum møguligt.

Í hesum sambandi skipaði FSF í samstarvi við AB fyri einum B1 venjaraskeiði á Argjum, ætlað venjarum og leikarum hjá AB. Rógvi Poulsen, ungdómsvenjari hjá AB, var primus motor vegna AB, og Bill McLeod var høvuðs undirvísari frá FSF.

B1 venjaraskeiðið er fyrsta skeiðið í einari røð av venjaraskeiðum, sum FSF skipar fyri. Undirtøkan hjá AB var sera góð, og vóru ikki minni enn 14 við á skeiðnum.

Hesi vóru við og fingu eisini prógv aftaná lokið skeið:

Jens Petur Andreasen (venjari hjá U11 gentum)
Bárður Olsen (leikari)
Gert Drangastein (leikari)
Jobin S. Drangastein (leikari)
Heðin Stenberg (leikari)
Durita S. Dal-Christiansen (venjari hjá Kettlingunum)
Jóhannes K. Højgaard (venjari hjá U9 dreingjum)
Filip í Liða (venjari hjá U17 dreingjum og leikari)
Jógvan Jóhannesson (leikari)
Sverri Petersen (leikari)
Tóki N. Rasmussen (leikari)
Kári Nielsen (venjari hjá U6 og U7 gentum)
Símun Kerá (venjari hjá U8)
Kári Sigvardsen (venjari hjá U7)

Tað er at fegnast um, at áhugin var so stórur at vera við á skeiðnum,

AB takkar øllum fyri luttøkuna og ynskir tykkum tillukku við venjarapróvnum.