Rógvi Nónsgjógv Poulsen, ið hetta seinasta árið hevur verið í hálvtíðarstarvi sum høvuðsungdómsvenjari hjá AB, heldur fram í starvinum. Hann fer komandi árið at starvast fulla tíð sum høvuðsungdómsvenjari og sum fysiskur venjari hjá eldru deildunum.
Tað er stórt framstig hjá AB at felagið nú hevur ein høvuðsungdómsvenjara í starvi fulla tíð. Hetta er ikki roynt hjá AB áður, og tað er tí gleðiligt, at felagið hevur hækkað støðið enn meira við at hava fulltíðarsettan høvuðsungdómsvenjara.
Rógvi Nónsgjógv Poulsen kallaðist áður Rógvi Poulsen. Hann hevur í samband við, at hann í farna mánaða giftist, fingið sær millumnavnið Nónsgjógv, sum er ættarnavnið hjá frúuni, Døgg Nónsgjógv.
Rógvi er gamal fótbóltsspælari. Hann hevur spælt fleiri ár við AB, og hevur í nógv ár spælt í fremstu deildini í føroysku fótbóltskappingini. Hann hevur harafturat verið á øllum U-landsliðunum og hevur eisini verið á A-landsliðnum. Hann er sostatt ein sera royndur fótbóltsleikari.
Seinastu árini hevur Rógvi harafturat nomið sær ymsa útbúgving innan ítrótt. Um fáar vikur verður hann liðugur við høvuðsútbúgvingina, og fær hann tá kandidatprógv í humanari fysiologi. Vit hava hervið ein væl skikkaðan og væl útbúnan Rógva, sum hevur allar fortreytir fyri at kunna útinna starvið sum høvuðsungdómsvenjara og fysiskur venjari hjá AB.
Høvuðsuppgávurnar hjá Rógva vera sum nevnt at vera høvuðsungdómsvenjari og at vera fysiskur venjari hjá serliga teimum eldru leikarunum.
Nútímans fótbóltur er rættiliga fysiskur. Tað sæst úti í heimi og sæst eisini meira og meira í føroyskum fótbólti. Fysisk venjing kann ofta vera ov óorganiserað og tilvildarlig, men nú fysiski venjarin hjá AB hevur útbúgving innan økið, verður fysiska venjingin væl kvalifiserað og løgd til rættis eftir vísindaligum prógvaðum standardum.
Hetta ger tað eisini meira áhugavert hjá leikarum og venjarum, tá venjingin verður skipað á professionellum støði og eftir vísindaligum leisti.
Tað er nógvur vinningur við, at leikarar eru í góðari fysiskari venjing. Her er eisini fokus á skaðafyribyrging, og tað er sjálvandi umráðandi, at leikarar vera í minni vanda fyri at gerast skaddir.
Umframt at verða skaðafyribyrgjandi, er ætlanin við styrkivenjingini at økja um avrikið hjá leikarunum við at t.d. gera rørslurnar hjá leikarunum meira eksplosivar og skjótari.
Rógvi hevur lagt ein góðan botn og hevur skapt sær royndir hjá AB hetta farna árið, har hann hevur verið í hálvtíðarstarvi sum høvuðsungdómsvenjari. Nú hann er settur í starv fulla tíð, kann hann arbeiða víðari við settu málunum. Eitt av endamálunum er eisini at rekruttera leikarar og venjarar til AB. Tá karmarnir nú eru vorðnir enn betri og professionellari, er enn meira áhugavert at spæla fótbólt við AB ella at gerast venjari í onkrum av deildunum hjá felagnum.
Nevnast kann, at AB fyri fyrstu ferð skipaði fyri fótbóltsskúla í 2019 í samstarvi við FSF og eisini hevur B1 venjaraskeið verið hildið á Argjum, har nógvir venjarar hjá AB luttóku. Rógvi var stigtakari til hetta, og ætlanin er at halda fram við hesum tiltøkum á Argjum komandi árini.
Endamálið hjá høvuðsungdómsvenjaranum er m.a. at eygleiða, stuðla og vegleiða venjararnar í øllum deildunum og hjálpa venjarunum at gerast enn betri og betri sum frálíður. Tað kann kanska onkuntíð tykjast einsligt hjá einum venjara, um ikki hann hevur onkran at styðja seg til. Her er tað óføra gott hjá einum venjara, at hava ein ungdómsvenjara afturat sær, sum kann gera tað enn meira áhugavert at vera venjari.
AB hevur við setanina av Rógva Nónsgjógv Poulsen í fulltíðarstarv sum høvuðsungdómsvenjara og fysiskan venjara tikið seg eitt fet longur fram. Harvið er sett fokus á at skapa góðar karmar og menna felagið, so tað skal gerast enn meira áhugavert at vera partur av AB sum leikari ella venjari.
AB ynskir Rógva Nónsgjógv Poulsen góðan byr. Vit gleða okkum til framhaldandi gott samstarv, til gleði og gagns fyri øllum, ið eru í felagnum.
(Á myndini eru forkvinnan hjá AB, Doris Vang Rasmussen, og høvuðsungdómsvenjarin Rógvi Nónsgjógv Poulsen)