Í vindinum í dag - tóku vit móti KÍ, og í hesum førinum ber ivaleyst eisini til at siga, at vit sendu teir norð aftur í myrkrið við einum stórtapi í skjáttuni.

Vindurin darvaði spælið í dag, men tað gjørdi hann nú fyri bæði liðini, so hettar var líka fyri líka.

Vit løgdu okkum á odda, men KÍ svaraði aftur, og fingu javnað til 1-1. Hettar gjørdist tó ikki hálvleiksstøðan, tí vit fingu enn eitt mál, og løgdu okkum á odda til 2-1.

 

Seinni hálvleikur bar brá av einum áloypandi AB-liðið, og bólturin var eisini meiri á teirra hálvi enn okkara.

Tá ið dysturin fór inn í seinni helvt av seinna hálvleiki kom ordiliga glið á skroringarnar, og endaði dysturin eisini við einum 7-1 sigri til okkara.



Í løtuni liggja vit á einum øðrum plássið, men eitt sindur er at bíða, til komandi dyst, sum er ásettur at verða spældur á Dungasandi móti 07 Vestur tann 19. august.