Tann 25. komu boð frá Øssuri Hansen, DU15 Landsliðsvenjara, at ein av okkara spælarum varð úttikin til DU15 landsliðið, sum skal til Danmarkar, har teir skulu verða við í Esbjerg Elite Cup, ið verður í døgunum 24 – 27 mai.

Esbjerg Elite Cup verður roknað sum ein av skandinavia sterkastu kappingum, har bara bestu liðini møtast, og sum yvirskriftin sigur, so hevur AB ein spælara við í hópinum.

Nú skulu vit ikki avdúka alt hansara privatlív, men vit settu honum stevnu í gjár, fyri at fáa eitt sindur meiri at vita um fótbóltsspælaran Kristin Jansson.

Kristin hevur spælt fótbólt síðani hann var 6-7 ár, og higartil hevur hann verið øll árini í AB. Hvar hansara yrkisleið endar, ja tað vita vit sjálvandi ikki, men fótbóltsskógvarnir verða ikki settir á hyllina enn. Hettar er so fyrstu ferð, at hann er úttikið til landsliðið.

Í AB spælir hann í álopinum og dámar bæði at verða centralt fyri ella vongur. Vit kunnu so líka leggja afturat, at Kristin er høgrabeintur.

Tá ið Kristin ikki er til venjing har pápi hansara, Jan Joensen, er venjari hjá honum, so gongur hann í 7. flokki í Skúlanum á hamarinum á Argjum, og tá ið hann ikki er í skúla ella á vøllinum, so er FIFA á skránni ella onkur seria. Heimasíðan kann avdúka, at komandi seria, ið hann ætlar sær at hyggja eftir er kenda serian Shooter. Tað er ein seria, ið er bygt uppá kenda filmin við sama navni frá 2007.

Sum verða man er Kristin sjálvur spentur uppá komandi uppgávuna, sum hann skal undir. Men eingin ivi er í, at bæði mamma og pápi hansara (Arngerð Diana og Jan Joensen) eru líka spent.

Vit í AB ynskja honum góða eydnu á landsliðnum, og gleða okkum at hoyra hvussu tað gongur.

Teir úttiknu eru:

Eyðbjørn Østergaard, B36
Fayo Kruse, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Skála
Emil Weihe Joensen, TB/FCS/Royn
Mattias W. Joensaen, B36
Bogi Hentze, B71
Jørgin Nielsen, NSÍ
Súni Hansen, NSÍ
Kristin Jansson, AB
Pætur Mc L. Jacobsen, HB
Bryan Slyne, HB
Heini Fossdalsá Sørensen, HB
Áki Samuelsen, HB
Samuel Chukwudi, HB
David Matras, KÍ
Pætur Sørensen, Víkingur
Bergur Poulsen, Víkingur
Jakup Helt Hansen, HIK (DEN)