Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

HJÁLPARVENJARIN ER SETTUR

 
 
HJÁLPARVENJARIN ER SETTUR
 
Tey, sum hava fylgt við í fyrstu venjingardystunum í ár, hava óivað lagt til merkis, at ikki bara er nýggjur høvuðsvenjari settur, men eisini er komin nýggjur hjálparvenjari til okkara Betrideildarlið. Talan er um 33 ára gamla Jón Krosslá Poulsen, ið verður undir liðini á Sámali Erik Hentze í 2022.
 
Sum leikari var Jón kendur sum ein sterkur áleypari við einum hørðum skoti. Hann hevur spælt heili 227 dystir í bestu mansdeildini og skorað 48 mál. Hetta er sostatt ein maður við nógvum royndum í føroyskum fótbólti.
 
Vágbingurin var á fyrsta sinni í AB í 2020, har hann spældi fimm dystir við besta mansliðnum í fyrru kappingarhálvu. Seinni hetta kappingarárið tók hann við sum høvuðsvenjari hjá okkara U21-liði, og hetta gekk sera væl í hond, tí U21-liðið gjørdi ikki mætari enn at vinna steykappingina hetta árið🏆
 
Á myndini er Jón Krosslá Poulsen avmyndaður saman við ítróttarstjóra okkara, Jonas Dal Andersen.
 
Vit ynskja Jón Krosslá væl afturkomnan til AB! 🤩
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 27. januar 2022

AMERIKANSKUR VERJULEIKARI TIL AB

 
 
Fleiri útlendskir leikarar hava verið til royndarvenjing í felagnum síðstu vikurnar. Ein av hesum er 23 ára gamli amerikanarin, Michael Smith, og hann hevur AB skrivað sáttmála við fyri kappingarárið 2022.

Mike, sum hann verður nevndur, spælir í miðverjuni. Talan er um ein leikara, ið kropsliga er væl fyri, og eisini er hann mælskur og stýrir væl í verjuni.
 
Seinastu árini hevur Mike verið ein av stuðusleikarunum hjá Winthrop Eagles, ið er eitt felag, sum er knýtt at Winthrop University, har Mike hevur gingið á college, sum tað eitur hinumegin Atlantshavið.
 
Vit fegnast um, at enn ein brikkur til komandi kappingarárið er komin upp á pláss.
 
Á myndini er Michael Smith avmyndaður saman við høvuðsvenjara okkara, Sámali Erik Hentze.
 
Welcome to the club, Mike! 🇺🇸
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 27. januar 2022

Søla av fýrverki í AB-húsinum

Fýrverk í AB-húsinum

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 28. december 2021

Guðstænasta jólaaftan á AB-vøllinum

Argja kirkja bjóðar til jólagudstænastu á AB-vøllinum á Argjum jólaaftan kl. 15.00.

Sungnir verða lættir jólasálmar og GHM spælir undir.

Bergur D. Joensen boðar jólaboðskapin.

Talan verður um eina styttri gudstænastu.

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 23. december 2021

Jóhan Stenberg venur kvinnurnar

Marius og Johan Stenberg
Eftir eitt turbulent, men læruríkt ár í betrideildini, spæla okkara kvinnur í 1. deild komandi ár.

Vit hava eina góđa blanding av ungum og royndum leikarum, sum koma at mynda liðið komandi kappingarár. Jóhan er eitt kent andlit á Argjum. Hann hevur verið í felagnum viđ onkrum styttri pausum síðan 1990'ini, bæði sum leikari, nevndarlimur, fyriskipari og ikki minst venjari. Í AB eru vit sera fegin um, at hava fingið ein so royndan og dugnaligan venjara at standa á odda fyri kvinnunum.

Hjartaliga vælafturkomin Jóhan
 
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 17. december 2021
  1. Bagge er aftur í AB
  2. Vinnaranumrini

Side 3 ud af 36

  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5
  • 6
  • 7
  • 8
  • 9
  • 10
  • Author Login