Nýggj venjaragreipa hjá AB
Nýggj venjaragreipa á Argjum
Argja Bóltfelag hevur skrivað sáttmála við tveir nýggjar høvuðsvenjarar. Teir eru Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen. Tonny var frammanundan hjálparvenjari, meðan Símun er nýggjur í venjararyrkinum, men á ongan hátt ókendur í føroyskum fótbólti.
Tonny Brimsvík hevur longu verið venjari í AB í nógv ár. Tonny hevur serliga verið venjari á gentu/kvinnusíðuni, har hann hevur gjørt eitt miðvíst menningararbeiði, sum hevur givið úrslit fyri felagið. Hetta sæst m.a. aftur í, at fleiri av leikarunum, sum Tonny venur, eru á ungdómslandsliðunum. Nú skal Tonny, saman við Símuni, standa á odda fyri besta mansliðnum:
”Eg byrjaði sum hjálparvenjari hjá Sorin Anghel í fjør. Uppá stutta tíð lærdi eg nógv, og hóast hetta stigið kom nakað brádliga, kenni eg meg kláran og gleði meg til avbjóðingina. Á Argjum arbeiða vit fyrst og fremst við menningini í huga. Men eg kenni meg vísan í, at hetta kemur at síggjast aftur á vøllinum.”
Símun Samuelsen er undangongumaður í føroyskum fótbólti. Sjálvt um hann júst er givin sum leikari, hevur hann verið í fótbólti so leingi, at tvey av feløgunum, hann hevur umboðað, hava fingið nýtt navn, VB og GÍ. Símun fór sum ungur til Íslands at spæla við Keflavík, har hann m.a. vann steypakappingina. Her heima er hann mest kendur á HB liðnum, har hann var við til at vinna FM tríggjar ferðir og steypakappingina einaferð.
Harumframt hevur Símun Samuelsen spælt 43 A-landsdystir og skora eitt mál.
Símun hevur áður verið á Argjum og sparkað:
”AB er felagið, sum bjargaði mínari leikarakarieru. Eg hevði verið illa skaddur, tá eg kom til AB, og her á Argjum fekk eg møguleikan at koma fyri meg sum leikari. Nú fái eg enn ein møguleika á Argjum, og eg klári illa at bíða eftir at koma í gongd og vísa mínar dygdir sum venjari” sigur Símun Samelsen.
Í AB eru vit sera fegin um nýggju venjaragreipuna. ”Hetta er ein sannur fongur” sigur Marius Thomassen, formaður. ”Bæði tað, at vit hava fingið Símun Samuelsen út aftur á Argir og at Tonny Brimsvík, sum er so væl lýddur í felagnum, heldur á fram er fantastiskt. Nú kann kappingin bara byrja".
- Detaljer
- Skrevet af: AB
Leikarin/Venjarin í Skotinum
Navn:
Heðin Stenberg
Lýs teg sjálva/n við 3 orðum:
Róligur, erligur og álítandi.
Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?
Eg havi aldrin í mínum fótbóltslívið vaskað skinnarar.
Besti leikari tú hevur leikt við?
Fróði Benjaminsen
Besta minnið Inni í Vika?
Her eru nógv góð minnir. Nakrar uppflytingar hava verið gjøgnum árini, sum altíð er skeg. Men besta minnið er frá 1999, tá vit blivu føroyameistarar við AB piltum, og babba var venjari. Tað er eitt øgiliga sterkt minni hjá mær.
Hvat er tað besta við Argja Bóltfelag?
Felagsskapurin, at hava tað gott og skeg saman. Nógv gott fólk í felagnum, sum gera eitt megnar arbeiði
Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Eg veit ikki. Offensivur málsøkjandi málverji.
Hvør sangur er tín yndis sangur?
Your man við Josh Turner
Hvør syngur best á tínum liði?
Eg veit ikki, um nakar syngur gott. Men mær er fortalt, at Bartal Petersen syngur sum ein eingil.
Hvørji ritualir hevur tú áðrenn dyst?
Vil ikki kalla tað ritual. Men eg fyrireiki meg væl. Hvíld, eta og drekka rætt.
Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?
Sørin Nygaard Samuelsen.
Hevur tú eina góða vittigheit í ermuni?
”Hvat er tað besta við at búgva í Schweiz? Eg veit ikki, men flaggið er eitt stórt pluss”
Er tað nakað, sum Argja Bóltfelag kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?
Fingið ein Instagram profil.
Síðan Corona byrjaði at herja í landinum, hevur tú so funnið fram nakað gamalt ella eitt nýtt frítíðarítrív?
Eg og daman hava gingið túr hvørt kvøld. Deiliga avslappandi í hesum tíðum.
Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?
Okkurt um Premier Leauge.
- Detaljer
- Skrevet af: Jens Petur Andreasen
Fótbólturin avlýstur í apríl
Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at fyribils verða allar kappingar, fyriskipaðar av FSF í apríl mánað, útsettar.
Í samráð við heilsumyndugleikarnar, hevur Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at allar kappingar, fyriskipaðar av FSF í apríl mánað, fyribils eru útsettar.
Sostatt verða ongir dystir í lands- og steykappingunum spældir áðrenn 1. mai 2020. Hetta er galdandi fyri bæði vaksnamanna- og barnafótbólt.
Kappingarnevndin boðar samstundis frá, at feløgini, umframt allar fótbóltsføroyar frætta aftur, tá nýtt tilmæli frá myndugleikunum fyriliggur, við kunning um, nær ráðiligt er at byrja kappingarnar, og hvør kappingarætlanin síðani verður.
- Detaljer
- Skrevet af: FSF
AB og Sorin enda samstarvið
Í gjárkvøldið samdust nevndin í AB og Sorin Anghel um at enda samstarvið.
Sorin hevur verið venjari hjá AB síðani 2018 og var eisini hjálparvenjari seinnu hálvu í 2015.
Sorin Anghel takkar fyri tíðina á Argjum: ”Eg havi verið sera glaður fyri hesi seinastu árini á Argjum. Eg havi lagt sera nógva orku í arbeiða sum venjari og havi givið alt, eg kann og eri stoltur av úrslitunum”.
Nýggja nevndin í AB heldur, at Sorin hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri AB: ”Sorin hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum á Argjum, og hetta takka vit honum fyri. Hann hevur ment okkara ungu leikarar til profilar í Betrideildini og hevur fingið góð úrslit”, sigur Marius Thomassen, formaður.
”AB er eitt felag í vøkstri, har tey ungu vísa vegin. Argir hevur eitt stórt uppland og hevur altíð verið eitt felag fyri okkara ungu leikarar. Tað eru fjúrtan leikarar í hópinum, sum eru uppvaksnir á Argjum. Vit ræðast ikki avbjóðingar, og í næstum fara vit at kunngera eina spennandi venjaraloysn”, sigur Marius Thomassen.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Argjafólk síggja dystin heima í sofuni
Tað vera eingir áskoðarar til ársins fyrsta dyst í betri deildini millum AB og TB.
Hetta varð avgjørt á fundi millum feløgini í betri deildini og FSF.
Sostatt mugu vit frensar stuðla okkara monnum heimanífrá.
Dysturin byrjar kl 15.00 og verður vístur á Televarpinum.
- Detaljer
- Skrevet af: Jens Petur Andreasen
Side 22 ud af 38