Dystir komandi dagarnar
Mikudagin 27. mars
Kl. 18.00 Dr. U17 AB/B71 - Skála á Argjum
Leygardagin 30. mars
kl. 11.30 2. deild kvinnur FC Hoyvík - AB í Hoyvík.
Kl. 13.00 Dr. U15 steypakapping ÍF - AB í Fuglafirði
Kl. 15.00 Betrideildin AB - B36 á Argjum (Fluttur frá sunnudag til leygardag)
kl. 16.00 2. deild kvinnur ÍF/Víkingur/B68 - AB/B71 í Gøtu
Sunnudagin 31. mars
Kl. ??.?? Gentur U18 B36 - AB/B71 í Gundadali
Kl. 17.00 U21 AB - FC Suðuroy á Argjum.
- Detaljer
- Skrevet af Kristian Dahl
Johan Stenberg venjari hjá 2. deild kvinnum
AB hevur sett Johan Stenberg sum venjara til 2. deild kvinnur.
Kvinnurnar venja týskvøld frá kl. 20 - 21.30 og hóskvøld frá kl. 20 - 21.
Hava tit hug at koma at venja saman viđ okkum, eru tit vælkomnar hesar tíđir.
Vit venja á AB vøllinum.
- Detaljer
- Skrevet af AB
komandi dystir
AB spælir hesar dystir komandi dagarnar:
Leygardagin 16. mars
Kl. 16.00 Dr. U15 B68 - AB á Toftum
Kl. 17.00 Dr. U17 ÍF - AB/B71 í Fuglafirði
Sunnudagin 17. mars
Kl. 16.30 Betrideildin AB - ÍF á Argjum
Mánadagin 18. mars
Kl. 20.00 U21 Undrið - AB Verður spældur á Argjum!
Mikudagin 20. mars
Kl. 19.30 Dr. U17 HBb - AB/B71 á Tórsvølli
- Detaljer
- Skrevet af Kristian Dahl
AB gjørt sáttmála við 2 málmenn
Tað er gott at vera væl mannaður við málmonnum. AB hevur styrkt um málmanshópin í eldru deildunum, soleiðis at tað nú eru 3 málmenn til reiðar. Vit hava í eina tíð bert havt 2 málmenn, og tað er ov lítið, tá tað altíð kann henda, at onkur teirra verður skaddur ella ikki fær spælt.
Sáttmáli er gjørdur við 17 ára gamla Sverra Petersen, sum er uppvaksin í AB og hevur verið málmaður seinastu árini hjá U21 og 2. deild. Nú hann hevur gjørt sáttmála við AB, er hann vorðin partur av hópinum í Betrideildini eisini. Sverri hevur góð evnir sum málmaður, og spennandi verður at síggja hann mennast í málinum, nú hann nærkast vaksnamanna aldur.
Somuleiðis hevur AB gjørt sáttmála við 20 ára gamla danan Christopher Nødskov Frydelund Kristensen. Christopher hevur seinastu árini verið málmaður í 2. división á seniorliðnum hjá Boldklubben Søllerød Vedbæk, har hann annars eisini er uppvaksin og hevur spælt meginpartin av sínum ungdómsárum við góðum úrslitum.
Afturat hesum báðum málmonnunum hava vit okkara legendariska Heðin Stenberg. Sostatt skuldi málmanshópurin verið væl brynjaður til komandi kappingarár hjá Betrideildini, 2. deild og U21.
(Mynd: Sverri Petersen (vm) og Christopher N. F. Kristensen).
- Detaljer
- Skrevet af Kristian Dahl
Komandi dystir
Nú byrjar kappingarárið 2019. AB spælir hesar dystir komandi dagarnar:
Sunnudagin 10. mars:
Kl. 15.00 Betrideildin TB - AB í Trongisvági (Smyril siglir úr Havn kl. 11.00 og norður aftur kl. 17.30) (2-1)
Mánadagin 11. mars:
Kl. 20.00 Dreingir U21 AB - HB á Argjum (3-1)
- Detaljer
- Skrevet af Kristian Dahl
Side 25 ud af 28