Lutaseðlar 29. september
Lutaesðlar vóru seldir til dystin AB - Skála 29. september, og eru vinnaranumrini hesi:
1. Bláur 952
2. Ljósareyður 159
3. Grønur 425
Vinnarar kunnu ringja tlf. 580940
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
2. deild kvinnur fingu silvur og bronsu
AB hevur havt 2 lið í kappingini hjá 2. deild kvinnum: Eitt AB lið og eitt felagslið AB/B71. Væl hildnaðist hjá báðum liðunum. Felagsliðið AB/B71 bleiv nr. 2 og fekk silvur, meðan AB bleiv nr. 3 og fekk bronsuheiðursmerkir.
AB/B71 spældi sín seinasta dyst mikudagin 18. september, og fingu tær tá silvurheiðursmerkini handaði.
AB spældi sín seinasta dyst í dag sunnudagin 22. september á Argjum ímóti ÍF/Víkingur/B68. Dysturin endaði 2-1 til ÍF/Víkingur/B68. AB var á odda 1-0 í hálvleikinum. Greitt var tó longu áðrenn dystin, at AB hevði vunnið bronsuheiðursmerkir, og at ÍF/Víkingur/B68 hevði vunnið gullheiðursmerkini í kappingini.
Fróði Danielsen frá FSF var á vøllinum aftaná dystin og handaði heiðursmerkini til bæði liðini.
Endaliga støðan hjá 2. deild kvinnum var henda:
1. ÍF/Víkingur/B68 38 stig
2. AB/B71 32 stig
3. AB 28 stig
4. 07 Vestur 13 stig
5. HB 10 stig (HB fór úr kappingini í fyrru hálvu)
6. FC Hoyvík 9 stig
Venjari hjá AB er Johan Stenberg og venjarar hjá AB/B71 eru Tonni Brimsvík og Tijani Mohammed.
Á heimasíðuni hjá B71 er grein um AB/B71. Trýst her.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Lutaseðlarnir 22. september
Lutaseðlar vóru seldir undir dystinum AB-KÍ og eru vinnaranumrini hesi:
1. Ljósareyður 951
2. Orange 252
3. Hvítur 474
Viinnarar kunnu ringja tlf. 580940.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
2. deild vunnið sær sæti í 1. deild
2. deild hjá AB spældi í kvøld ímóti B68 á Argjum og vann dystin 6-1. Harvið hevur AB tryggjað sær uppflyting til 1. deild við higartil 40 stigum. Nr. 3 í 2. deild er FC Suðuroy við 29. stigum. Nakað av áskoðarum var til dystin, og við dystarlok var fýrverk skotið fyri at heiðra uppflytingini.
Spenningur er eisini um, hvør fer avstað við 1. plássinum í 2. deild. Undan hesum vikuskiftinum, tá 3 umfør vóru eftir, var AB nr. 2, bert 1 stig aftanfyri FC Hoyvík. Spennandi verður at fylgja seinastu umførunum og síggja, hvussu leikur fer.
Nikolaj Eriksen (myndin) er venjari hjá 2. deild.
Síggj fýrrverkið við at trýsta her.
Síggj støðuna í 2. deild við at trýsta her.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
AB venjarar og leikarar á venjaraskeiði á Argjum
Ynskið hjá Argja Bóltfelag er at bjóða børnum og unglingum okkara so dygdargóða og mennandi venjing sum møguligt.
Í hesum sambandi skipaði FSF í samstarvi við AB fyri einum B1 venjaraskeiði á Argjum, ætlað venjarum og leikarum hjá AB. Rógvi Poulsen, ungdómsvenjari hjá AB, var primus motor vegna AB, og Bill McLeod var høvuðs undirvísari frá FSF.
B1 venjaraskeiðið er fyrsta skeiðið í einari røð av venjaraskeiðum, sum FSF skipar fyri. Undirtøkan hjá AB var sera góð, og vóru ikki minni enn 14 við á skeiðnum.
Hesi vóru við og fingu eisini prógv aftaná lokið skeið:
Jens Petur Andreasen (venjari hjá U11 gentum)
Bárður Olsen (leikari)
Gert Drangastein (leikari)
Jobin S. Drangastein (leikari)
Heðin Stenberg (leikari)
Durita S. Dal-Christiansen (venjari hjá Kettlingunum)
Jóhannes K. Højgaard (venjari hjá U9 dreingjum)
Filip í Liða (venjari hjá U17 dreingjum og leikari)
Jógvan Jóhannesson (leikari)
Sverri Petersen (leikari)
Tóki N. Rasmussen (leikari)
Kári Nielsen (venjari hjá U6 og U7 gentum)
Símun Kerá (venjari hjá U8)
Kári Sigvardsen (venjari hjá U7)
Tað er at fegnast um, at áhugin var so stórur at vera við á skeiðnum,
AB takkar øllum fyri luttøkuna og ynskir tykkum tillukku við venjarapróvnum.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Side 28 ud af 38