Fótbóltsskúlin 2019
Fótbóltssamband Føroya fer saman við fleiri feløgum kring landið at skipa fyri fótbóltsskúlum í summar.
Í fjør varð skipað fyri trimum fótbóltsskúlum, men tað er gleðiligt, at vit nú kunnu kunngera, at í ár verður talan um ikki færri enn fimm fótbóltsskúlar, ið verða hildnir á Toftum (B68), í Tórshavn (HB), á Eiði (EB/Streymur), í Sørvági (07 Vestur) og á Argjum (AB).
Vit fegnast um, at fleiri feløg ynskja at vera partur av fótbóltsskúla-tiltakinum, sigur Christina Ravnsfjall, grassroots-samskipari hjá FSF. Hon leggur afturat, at hetta er eisini í tráð við ætlanina hjá Fótbóltssambandi Føroya, um at fáa enn fleiri børn og ung kring alt landið at spæla fótbólt.
Fótbóltsskúlin verður hildin yvir tveir dagar og er hann ætlaður gentum og dreingjum í aldurinum 6 til 14 ár (tvs. børn fødd í 2005 til og við 2013). Øll sum luttaka fáa afturat góðari fótbóltsvenjing eisini mat, frukt, bólt, t-shirt og luttøkubræv.
Tilmelding til Fótbóltsskúlan 2019 fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Men tað ræður um at gera skjótt av, tí tað er avmarkað pláss.
Kostnaðurin fyri at luttaka er 400,00 kr. fram til tríggjar vikur áðrenn fótbóltskúlin verður hildin. Tá hækkar luttøkugjaldið til 500,00 kr.
Fótbóltsskúlarnir vera fylgjandi dagar og støð:
Tórshavn, 28. og 29. juni 2019 Stað: Gundadalur Felag: Havnar Bóltfelag
Toftir, 28. og 29. juni 2019 Stað: Svangaskarð Felag: B68 Tofta Ítróttarfelag
Argir, 1. og 2. juli 2019 Stað: Inni í Vika Felag: Argja Bóltfelag
Eiði, 12. og 13. juli 2019 Stað: í Hólmanum Felag: EB/Streymur
Sørvágur, 15. og 16. august 2019 Stað: á Dungasandi Felag: 07 Vestur
Melda til Fótbóltsskúlan her:
https://www.atgongumerki.fo/fsf/
- Detaljer
- Skrevet af: FSF
Dystir komandi dagarnar
Fríggjadagin 17. mai, Dýri Biðidagur
Kl. 15.00 2. Deild menn AB - EB/S á Argjum
Kl. ???? Dreingir U15 ÍF - AB í Fuglafirði (Útsettur til 30. mai)
Leygardagin 18. mai
Kl. 10.00 Gentur U9 ABa, ABb, B36c, B68a, KÍa, KÍb, MB og NSÍc á Argjum
Kl. 13.00 2. deild kvinnur AB - ÍF/Víkingur/B68 á Argjum
Kl. 12.30 Dreingir U9 ABa, ABb, 07 Vestura, B36a, EB/Streymura, FCS, HBa, NSÍa og Skálaa í Havn
Kl. 19.00 2. deild kvinnur HB - AB/B71 í Havn
Kl. 09.00 Dreingir U15½ B36b - AB í Havn
Kl. 10.00 Dreingir U8 AB a, AB b, Víkingur a, Víkingur b, Víkingur c, Skála a, Skála b og NSÍ b í Leirvík
Kl. 11.00 Dreingir U13 ABa, Skálaa, B36B og HBc á Skála
Kl. 13.30 Dreingir U17 07Vestur - AB/B71 steypakapping í Sørvági
Sunnudagin 19. mai
Kl. 17.00 Betrideildin AB - TB á Argjum
Kl. 13.00 Gentur U18 AB/B71 - B36 á Argjum
Mánadagin 20. mai
Kl. 20.00 Dreingir U21 FC Hoyvík - AB í Hoyvík
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl

Stjørnuskot í Hvítarusslandi
Í hesum døgum leikar U17-landsliðið hjá gentum í Hvítarusslandi. Í hópinum eru ikki færri enn 4 av okkara leikarum úr felagsliðnum AB/B71. Hetta kunnu vit vera errin av. Og er hetta ikki minst ein góð glíðibreyt víðari á fótbóltsleiðini. Okkara røsku gentur eru: Judith E. Rasmussen, Rakul B. í Soylu, Eyðbjørg Reynslág og Fridrikka M. Clementsen. Vit ynskja teimum góða eydnu víðari í Hvítarusslandi.
- Detaljer
- Skrevet af: Jútta Reynslág
Lutaseðlarnir til dystin 3. mai
Lutaseðlarnir, sum vóru seldir til dystin AB - KÍ 5. mai, eru drignir, og 1 vinningur er ikki avheintaður: Grønur 586.
Vinnarin kann ringja tlf. 580940.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Dystir komandi dagarnar
Hósdagin 9. mai
Kl. 20.00 Dr. U17 07Vestur - AB/B71 í Sørvági (fluttur frá 4. mai og 8. mai)
Leygardagin 11. mai
Kl. 10.00 Dr. U7 ABa, ABb, B68a, Kía, Kíb á Argjum
Kl. 12.00 Gentur U11 ABa, ABb, B36b, Skálab, MB, HBc, KÍb á Argjum
Kl. 14.30 Dreingir U15½ AB - KÍ á Argjum
Kl. 18.00 Dreingir U17 AB - 07V á Argjum (fluttur frá kl. 16.00)
Kl. 09.30 Dr. U13 steypakapping AB, HBa, KÍb, B71 í Gundadali
Kl. 12.00 2. Deild menn FC Hoyvík - AB í Hoyvík. (Fluttur frá kl. 16.00)
Kl. 10.00 Dreingir U11 ABa ÍF, KÍc, HBd, Skálab í Fuglafirði (flutt av Skála)
Kl. 10.00 Dreingir U11 ABb, Víkingurb, KÍb, B68a, 07 Vesturb á Toftum
Sunnudagin 12. mai
Kl. 15.00 Betrideildin NSí - AB í Runavík
Mánadagin 13. mai
Kl. 19.30 Dreingir U21 Undrið - AB verður spældur á Argjum.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Side 32 ud af 38