AB nýggja nevnd.
Á aðalfundinum hjá AB mikukvøldið 20. februar var m.a. nevndarval á skránni. Fyri vali stoðu Christian Nielsen og Anja Gleðisheygg, men tey boðaðu bæði frá, at tey ynsktu ikki at halda fram. Í lógum felagsins er ásett, at nevndin kann telja 3-5 limir. Eittans uppskot, Anja Rasmussen, var á aðalfundinum til nevndarlim, og var hon vald í nevndina við applaus. Til tiltakslim var valdur Rói Henriksen.
Nevndin skipaði seg aftaná aðalfundin, og er nevndin í Argja Bóltfelag nú henda:
Doris Vang Rasmussen, forkvinna
Ørvur Andreasen, næstformaður
Mourits Joensen, kassameistari
Anja Rasmussen, skrivari
Rói Henriksen, tiltakslimur
(Myndin: Aftast frá vinstru: Rói Henriksen, Ørvur Andreasen og Mourits Joensen. Fremst frá vinstru: Doris Vang Rasmussen og Anja Rasmussen)
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
AB hevur aðalfund mikukvøldið 20. februar
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Loppumarknaður og Tombola leygardagin 23. februar
AB skipar leygardagin 23. februar fyri loppumarknaði, tombola og kaffisølu í AB-húsinum. Tiltakið er frá kl. 11 - 16.
Vit heita á tykkum øll um at lata okkum lutir til loppumarknaðin. Lutir kunnu latast inn í AB-húsið mikukvøldið 20. februar frá kl. 18 og hóskvøldið 21. februar frá kl. 17. Vit eru áhugaði í øllum lutum, sum kunnu seljast á loppumarknaði. So um tit hava okkurt liggjandi, sum tit ikki brúka, hevði tað verið sera gott, um AB kundi fingið lutirnar at selja. Alt kann seljast og alt ger mun.
Øll eru vælkomin í AB-húsið leygardagin.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
AB - KÍ leygardagin á Tórsvølli
Í VFF Cup skal AB spæla um 5. plássið ímóti KÍ. Dysturin verður á Tórsvølli leygardagin 16. februar kl. 14.00. (AB vann 4-3).
Yvirlit yvir VFF Cup sæst her: https://www.faroekickoff.com/
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
ÍF - AB sunnudagin
Betri deildin ÍF - AB spæla VFF Cup dyst sunnudagin 10. februar kl. 13.30 í Fuglafirði.
(AB vann 1-0).
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Side 36 ud af 38