Argja Bòltfelag
Skift navigation
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

1. deild kvinnur AB/B71 hava vunnið gull

Leygarkvøldið 3. okt. vann felagsliðið AB/B71 hjá 1. deild kvinnum ein sannførandi dyst móti KÍ.

Úrslitið gjørdist 18-3, og vunnu okkara kvinnur sostatt gull fyri 2020.

Rómurin var øgiligur á Djúpumýru í Klaksvík, tá heiðursmerkini og steypið varð handað teimum.

Sera flott úrslit! Hjartaliga tillukku AB/B71!!!!

Leggjast kann afturat, at vit áttu eisini toppskjúttan í deildini í ár: Judith Eilersdóttir Rasmussen við 25 málum. 

Detaljer
Skrevet af Jútta Reynslág
Senest opdateret: 3. oktober 2020

KÍ - AB útsettur

Dysturin í Betrideildini hjá monnum KÍ - AB, ið skuldi vera sunnudagin 27. september, er fluttur til 4. november sambært avtalu millum liðini bæði.

Les grein á in.fo við at trýsta her.

Detaljer
Skrevet af Kristian Dahl
Senest opdateret: 26. september 2020

AB venjarar, leikarar og foreldur á B1 venjaraskeiði á Argjum


Argja Bóltfelag vil bjóða børnum og ungum í okkara felagi so dygdargóða og mennandi venjing sum til ber.

Í hesum sambandi skipaði FSF, í samstarvi við AB, fyri einum B1 venjaraskeiði á Argjum, ætlað venjarum, leikarum og foreldrum í AB.

B1 venjaraskeiðið tekur í alt 15 tímar, ið vóru deildir í trý kvøld á 5 tímar. 11 luttakarar vóru við á venjaraskeiðnum í ár, og er tað uttan iva við til at lyfta venjarastøðið í felagnum.

Instruktørur á venjaraskeiðnum var Bill McLeod Jacobsen frá FSF, og vilja vit fegin takka honum fyri gott samstarv og eitt mennandi venjaraskeið.

AB fegnast um stóra áhugan at vera við á skeiðnum, og vil samstundis ynskja luttakarunum til lukku við venjarapróvnum.

Detaljer
Skrevet af Marius Thomassen
Senest opdateret: 25. september 2020

Dystir avlýstir hesa vikuna

Virksemið í samfelagnum er nógv ávirkað av koronasmittuni í løtuni, og tí hevur Fótbóltssambandið tikið avgerð um at útseta flestu dystir í landskappingunum hesa vikuna.

 

Allir dystir í føroysku landskappingini (bæði børn og vaksin) fram til og við mánadagin 28. september 2020 verða tí útsettir. Undantak er tó við Betri deildini hjá monnum, har dystirnir verða leiktir sum ætlað.

 

Kappingarnevndin ásetur nýggjar leikdagar.

Detaljer
Skrevet af FSF
Senest opdateret: 23. september 2020

Útsettir dystir í 1. deild og Betrideildini hjá monnum

Av korona ávum eru dystirnir hjá AB 1. deild monnum 07Vestur - AB í kvøld týskvøldið og í Betrideildini Víkingur - AB mikukvøldið 23. september útsettir, hevur FSF boðað frá. Nærri frættist seinni, nær dystirnir vera spældir.

Detaljer
Skrevet af Kristian Dahl
Senest opdateret: 22. september 2020
  1. Leikarin í Skotinum - Vár Eyðunsdóttir Miðberg
  2. Lutaseðladráttur

Side 5 ud af 27

  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5
  • 6
  • 7
  • 8
  • 9
  • ...
  • Hjem

  • Author Login

Tilbage til toppen

© 2021 Argja Bòltfelag