Argja Bòltfelag
Skift navigation
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

Árskort


Nú ber til at keypa AB árskort fyri 2020!

AB árskortið er til allar heimadystir hjá AB í Betri deildini kappingarárið 2020.

Árskortið er eisini galdandi fyri heimadystirnar í steypakappingini 2020.

Árskortið kann keypast á atgongumerki.fo við at trýsta her

Detaljer
Skrevet af Marius Thomassen
Senest opdateret: 16. maj 2020

Tveir synir og ein versonur


AB hevur skrivað tríggjar nýggjar sáttmálar. Talan er um Ragnar Rasmussen og Rógva Skála; tveir leikarar, sum eru uppvaksnir í AB og Tróndur Jóannesarson á Høvdanum, sum er fluttur til.

Ragnar Rasmussen og Rógvi Skála eru báðir 19 ára gamlir og hava spælt øll barnaárini við AB. Hetta er
sostatt teirra fyrsti sáttmáli.

AB er eitt felag, sum setur stóra æru í at menna egnar leikarar. Tískil fegnast vit
almikið í felagnum um, at vit kunnu síggja okkara egnu leikarar koma upp á besta lið.

Samstundis ynskir AB at bjóða Tróndur Jóannesarson á Høvdanum vælkomnum. Tróndur er 24 ára gamal,
uppvaksin í Syðrugøtu og hevur áður spælt við Víkingi. Tróndur er nú fluttur til Argir saman til unnustu sína
og ynskti at royna seg hjá AB. Hetta hevur gingið so mikið væl, at hann byrjaði longu inni fyrsta dyst. Á
Argjum eru vit sera fegin um raska gøtumannin.

AB ynskir øllum trimum hjartaliga til lukku við sáttmálum og bestu eydnu í kappingarárinum.

Detaljer
Skrevet af AB
Senest opdateret: 15. maj 2020

Pedro gevst í AB

Pedro Tarancon Anton hevur vant viđ AB síđani fyrireikingarnar til kappingaráriđ byrjađu. Ætlanin var at gera sáttmála viđ raska spaniòlan, men tíverri mugu vit ásanna, at tađ ikki eydnast at fáa uppihalds- og leikaraloyvi í rætt lag.

Pedro hevur arbeiđsloyvið í Føroyum sum arbeiđsmađur, men tađ er ikki nóg mikiđ til at gera sáttmála.

AB harmast almikiđ um støđuna og ynskir Pedro bestu eydnu framyvir.

Detaljer
Skrevet af Jens Petur Andreasen
Senest opdateret: 15. maj 2020

Komandi dystir

FSF hevur boðað frá, at gongd kemur nú á nakrar av fótbóltskappingunum. 

Betrideildin byrjaði kappingina leygardagin 9. mai 2020. Áskoðarar sleppa nú til dystirnar.

1. deild menn spæla aftur leygardagin 16. mai.

1. deild kvinnur byrja kappingina 1. juni.

U17 byrja 30. mai.

U15 byrja 30. mai.

U13 byrja 30. mai.

U11 byrja 6.-7. juni.

U9 byrja møguliga eisini  30. mai.

Kunngjørt verður væntandi skjótt, nær kappingarnar í yngstu deildunum byrja.

Øll dystarskráin hjá Betrideildini sæst við at trýsta her.

Øll dystarskráin hjá 1. deild monnum sæst við at trýsta her.

Øll dystarskráin hjá 1. deild kvinnum sæst við at trýsta her.


Komandi dystir: 

Leygardagin 16. mai

Kl. 13.00 1. Deild menn AB - B36 á Argjum  1 - 2


Sunnudagin 17. mai

Kl. 15.00 Betrideildin B36 - AB í Havn

Detaljer
Skrevet af Kristian Dahl
Senest opdateret: 16. maj 2020

Góð byrjan

Endiliga kom gongd á fótbóltsárið. Vit fingu eina fína byrjan við góðum fótbóltsspæli og einum javnleiki. Spennandi verður at síggja komandi dystirnar.

Síggj myndir frá dystinum AB - Víkingur við at trýsta her.

Hoyr samrøðu við annan venjaran hjá AB, Símun Samuelsen, við at trýsta her.

Dystargongdin sæst við at trýsta her.

In.fo skrivar um dystin her.

Sjónvarpsbrot frá dystinum síggjast við at trýsta her.

Detaljer
Skrevet af Kristian Dahl
Senest opdateret: 12. maj 2020
  1. Síggj dystin AB - Víkingur
  2. Leygarkvøldið kl 19.00 tekur AB ímóti Víkingi.

Side 9 ud af 28

  • 4
  • ...
  • 6
  • 7
  • 8
  • 9
  • ...
  • 11
  • 12
  • 13
  • Hjem

  • Author Login

Tilbage til toppen

© 2021 Argja Bòltfelag