Argja Bòltfelag
Skift navigation
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

Leikarin í skotinum

Navn: 

Rannvá Poulsen 

 

Lýs teg sjálva við 3 orðum: 

Erlig, málrættað og lærufús. 

 

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast? 

Eg havi ongantíð vaskað teir. Mínir eru relativt nýggir. Teir mugu vera frá 2018, tá eg byrjaði at spæla fótbólt aftur. Í mun til hvat eg annars havi hoyrt frá øðrum, so stendur ikki heilt illa til hjá mær. Teir verða luftaðir eftir hvønn dyst, og tað hevur riggað fínt inntil víðari. 

 

Besti leikari tú hevur leikt við? 

Eg havi spælt saman við nógvum dugnaligum leikarum, men um eg skal nevna ein, so er tað Olga Kristina Hansen, sum eigur munin. 

 

Besta minnið Inni í Vika? 

Besta minnið er, tá eg sum ungur spælari setti mær fyri, at eg skuldi skjóta fyrsta málið á AB-vøllinum eftir skiftið frá grúsvølli til graslíki. Eg havi antin spælt við pinkum ella gentum 10-12, og vit skuldu spæla fyrsta dystin. Vit spældu tá hálvan vøll, og okkurt dreingjalið spældi samstundis á hinari hálvuni. Eg kappaðist sostatt bæði við okkara mótstøðulið og eisini við dreingjaliðini í dystinum við síðuna av. Eg kláraði tó at fáa fyrsta málið á vøllinum, júst sum ætlað, og reypaði um tað í fleiri vikur aftaná. 

 

Hvat er tað besta við Argja Bóltfelag? 

Felagsskapurin – uttan iva.  

 

Lýs teg sjálva sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Treisk, kappingarsinnað og fair – sum oftast J 

 

Hvør sangur er tín yndis sangur? 

Ein ómøguligur spurningur. Eg haldi meg hava fleiri yndissangir. Tað kemur alt an upp á lagið, man er í, og hvar man er í lívinum. Tað er í hvussu er sera týdningarmikið fyri meg, at bæði lag og tekstur eru væl skrivað. Lagið skal fanga og variera, og gjarna má okkurt ljóðføri uppí, sum brýtur frá. Teksturin má gjarna vera poetiskur við nógvum myndamáli, men hann kann eisini vera púra einkultur – so leingi hann letur okkurt til hugflogið og kann analyserast. 

 

Hvør syngur best á tínum liði? 

Eg havi ikki hoyrt allar syngja, men Durita og Anna Maria eru í hvussu er sera raskar til tað, og ljóða bara væl, so tær skulu sleppa at deila tann heiðurin J 

 

Hvørji ritualir hevur tú áðrenn dyst? 
Eg haldi meg ikki hava nøkur ritualir sum so. Eg ansi eftir ikki at eta ov tungan mat á degnum og royni at drekka nóg mikið av vatni. Kaffi má eg so gott nokk hava ein kopp av, áðrenn eg møti – billi mær inn, at tað gevur mær eyka orku. Tónleikur við fullari styrki hoyrir eisini til viðhvørt, áðrenn man fer heimanífrá. 

 

Hvør er stuttligasti persónur á liðnum? 
Aftur her sleppa Anna Maria og Durita at deila heiðurin. Tær eru virkuliga festligar. 

 

Hevur tú eina góða vittigheit í ermuni? 

Í hesum koronatíðum hevur man fleiri. Vegna sóttarhald fortelji eg bert innanhýsisvittigheitir ;)  

 

Er tað nakað, sum Argja Bóltfelag kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat? 

Akkurát nú hendir so nógv bæði innan ungdómsarbeiðið og promovering av felagnum, so eg havi ikki ordiliga nakað at seta fingur á. Eri mest spent uppá, hvat fer at koma burturúr. 

 

Síðan Corona byrjaði at herja í landinum, hevur tú so funnið fram nakað gamalt ella eitt nýtt frítíðarítrív?  

Eg eri byrjað at renna túrar aftur – tað er eitt sindur síðan seinast. Og tað er so deiliga forfrískandi, nú tá man annars bara heldur seg við hús og ikki sleppur at íðka felagsítrótt. Annars njóti eg eyka tíðina, sum eg havi fingið saman við dóttrini. Tað er ein fantastisk kvalitetstíð. 

 

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara? 

Hvør er besti venjari, tú hevur havt? 

Detaljer
Skrevet af Jens Petur Andreasen
Senest opdateret: 1. april 2020

Nýggj venjaragreipa hjá AB

Nýggj venjaragreipa á Argjum

Argja Bóltfelag hevur skrivað sáttmála við tveir nýggjar høvuðsvenjarar. Teir eru Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen. Tonny var frammanundan hjálparvenjari, meðan Símun er nýggjur í venjararyrkinum, men á ongan hátt ókendur í føroyskum fótbólti.

Tonny Brimsvík hevur longu verið venjari í AB í nógv ár. Tonny hevur serliga verið venjari á gentu/kvinnusíðuni, har hann hevur gjørt eitt miðvíst menningararbeiði, sum hevur givið úrslit fyri felagið. Hetta sæst m.a. aftur í, at fleiri av leikarunum, sum Tonny venur, eru á ungdómslandsliðunum. Nú skal Tonny, saman við Símuni, standa á odda fyri besta mansliðnum:

”Eg byrjaði sum hjálparvenjari hjá Sorin Anghel í fjør. Uppá stutta tíð lærdi eg nógv, og hóast hetta stigið kom nakað brádliga, kenni eg meg kláran og gleði meg til avbjóðingina. Á Argjum arbeiða vit fyrst og fremst við menningini í huga. Men eg kenni meg vísan í, at hetta kemur at síggjast aftur á vøllinum.”

Símun Samuelsen er undangongumaður í føroyskum fótbólti. Sjálvt um hann júst er givin sum leikari, hevur hann verið í fótbólti so leingi, at tvey av feløgunum, hann hevur umboðað, hava fingið nýtt navn, VB og GÍ. Símun fór sum ungur til Íslands at spæla við Keflavík, har hann m.a. vann steypakappingina. Her heima er hann mest kendur á HB liðnum, har hann var við til at vinna FM tríggjar ferðir og steypakappingina einaferð.

Harumframt hevur Símun Samuelsen spælt 43 A-landsdystir og skora eitt mál.

Símun hevur áður verið á Argjum og sparkað:

”AB er felagið, sum bjargaði mínari leikarakarieru. Eg hevði verið illa skaddur, tá eg kom til AB, og her á Argjum fekk eg møguleikan at koma fyri meg sum leikari. Nú fái eg enn ein møguleika á Argjum, og eg klári illa at bíða eftir at koma í gongd og vísa mínar dygdir sum venjari” sigur Símun Samelsen.

Í AB eru vit sera fegin um nýggju venjaragreipuna. ”Hetta er ein sannur fongur” sigur Marius Thomassen, formaður. ”Bæði tað, at vit hava fingið Símun Samuelsen út aftur á Argir og at Tonny Brimsvík, sum er so væl lýddur í felagnum, heldur á fram er fantastiskt. Nú kann kappingin bara byrja".

Detaljer
Skrevet af AB
Senest opdateret: 26. marts 2020

Leikarin/Venjarin í Skotinum

Navn: 

Heðin Stenberg 

 

Lýs teg sjálva/n við 3 orðum: 

Róligur, erligur og álítandi. 

 

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast? 

Eg havi aldrin í mínum fótbóltslívið vaskað skinnarar. 

 

Besti leikari tú hevur leikt við? 

Fróði Benjaminsen 

 

Besta minnið Inni í Vika? 

Her eru nógv góð minnir. Nakrar uppflytingar hava verið gjøgnum árini, sum altíð er skeg. Men besta minnið er frá 1999, tá vit blivu føroyameistarar við AB piltum, og babba var venjari. Tað er eitt øgiliga sterkt minni hjá mær. 

 

Hvat er tað besta við Argja Bóltfelag? 

Felagsskapurin, at hava tað gott og skeg saman. Nógv gott fólk í felagnum, sum gera eitt megnar arbeiði 

 

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Eg veit ikki. Offensivur málsøkjandi málverji. 

 

Hvør sangur er tín yndis sangur? 

Your man við Josh Turner 

 

Hvør syngur best á tínum liði? 

Eg veit ikki, um nakar syngur gott. Men mær er fortalt, at Bartal Petersen syngur sum ein eingil. 

 

Hvørji ritualir hevur tú áðrenn dyst? 

Vil ikki kalla tað ritual. Men eg fyrireiki meg væl. Hvíld, eta og drekka rætt. 

 

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum? 

Sørin Nygaard Samuelsen. 

 

Hevur tú eina góða vittigheit í ermuni? 

”Hvat er tað besta við at búgva í Schweiz? Eg veit ikki, men flaggið er eitt stórt pluss” 
 

Er tað nakað, sum Argja Bóltfelag kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat? 

Fingið ein Instagram profil. 

 

Síðan Corona byrjaði at herja í landinum, hevur tú so funnið fram nakað gamalt ella eitt nýtt frítíðarítrív? 

Eg og daman hava gingið túr hvørt kvøld. Deiliga avslappandi í hesum tíðum. 

 

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara? 

Okkurt um Premier Leauge. 

Detaljer
Skrevet af Jens Petur Andreasen
Senest opdateret: 24. marts 2020

Fótbólturin avlýstur í apríl

Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at fyribils verða allar kappingar, fyriskipaðar av FSF í apríl mánað, útsettar.

Í samráð við heilsumyndugleikarnar, hevur Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at allar kappingar, fyriskipaðar av FSF í apríl mánað, fyribils eru útsettar.

Sostatt verða ongir dystir í lands- og steykappingunum spældir áðrenn 1. mai 2020. Hetta er galdandi fyri bæði vaksnamanna- og barnafótbólt.

Kappingarnevndin boðar samstundis frá, at feløgini, umframt allar fótbóltsføroyar frætta aftur, tá nýtt tilmæli frá myndugleikunum fyriliggur, við kunning um, nær ráðiligt er at byrja kappingarnar, og hvør kappingarætlanin síðani verður.

Detaljer
Skrevet af FSF
Senest opdateret: 23. marts 2020

AB og Sorin enda samstarvið

Í gjárkvøldið samdust nevndin í AB og Sorin Anghel um at enda samstarvið.

Sorin hevur verið venjari hjá AB síðani 2018 og var eisini hjálparvenjari seinnu hálvu í 2015.

Sorin Anghel takkar fyri tíðina á Argjum: ”Eg havi verið sera glaður fyri hesi seinastu árini á Argjum. Eg havi lagt sera nógva orku í arbeiða sum venjari og havi givið alt, eg kann og eri stoltur av úrslitunum”.

Nýggja nevndin í AB heldur, at Sorin hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri AB: ”Sorin hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum á Argjum, og hetta takka vit honum fyri. Hann hevur ment okkara ungu leikarar til profilar í Betrideildini og hevur fingið góð úrslit”, sigur Marius Thomassen, formaður.

”AB er eitt felag í vøkstri, har tey ungu vísa vegin. Argir hevur eitt stórt uppland og hevur altíð verið eitt felag fyri okkara ungu leikarar. Tað eru fjúrtan leikarar í hópinum, sum eru uppvaksnir á Argjum. Vit ræðast ikki avbjóðingar, og í næstum fara vit at kunngera eina spennandi venjaraloysn”, sigur Marius Thomassen.

Detaljer
Skrevet af Kristian Dahl
Senest opdateret: 14. marts 2020
  1. Argjafólk síggja dystin heima í sofuni
  2. AB tekur ímóti TB sunnudag!

Side 10 ud af 27

  • 5
  • 6
  • 7
  • 8
  • 9
  • 10
  • 11
  • 12
  • 13
  • 14
  • Hjem

  • Author Login

Tilbage til toppen

© 2021 Argja Bòltfelag