Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

Bagge givin í AB

Høvuðsvenjari okkara hevur í dag ynskt at vera loystur úr starvi. Orsøkin til uppsøgnina er, at ítróttarligu ambitiónirnar ikki samsvara millum felag og venjara.
Tað er týdningarmikið at undirstrika, at uppsøgnin einki hevur at gera við søgurnar um AB í miðlunum.

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 18. maj 2022

Í dag verður sjóneykan sett á AB í Degi og Viku

 
 
AB hevur í dag verið í krittiskari sjónvarpssamrøðu um tann háttin, ið vit løna okkara ’ikki norđurlendsku’ leikarum. Tað er ítróttarstjórin Jonas Dal, ið hevur verið í samrøðu við journalist í samband við innslag í Dag og viku.
 
Journalisturin segði okkum, at hon hevði fingið fatur á einum sáttmála við ein av okkara leikarum, har hon læs seg fram til, at viðkomandi fær 12.300 kr/mðr, sum er tætt uppá eina minimumsløn. Síðani kundi hon avdúka ein sáttmála, har spælarin og felagiđ høvdu gjørt avtalu um húsaleigu, vatn, hita, internet v.m fyri 9.500 kr.
Alt hetta er satt og ikki nakað, ið vit royna at krógva. Tí hava vit eisini sagt ja, at verða við í samrøðu.
 
Nøkur fakta:
 
Í løtuni hevur AB 6 ’ikki-nordiskar’ leikarar, sum eru í eini ordning, har teir fáa 12.300 kr í løn og rinda 9.500 kr í húsaleigu o.a. Haraftrat, hevur AB syrgt fyri, at teir fáa eitt starv. Tvs. At 5 av teimum hava ynskt at fáa eitt arbeiði aftrat síni løn frá AB. Hetta ger, at teir tjena eina løn, har teir kunnu liva undir góðum lívskorum, ímeðan teir eru í Føroyum. Áðrenn leikararnir hava fingið sítt arbeiðsloyvi og møguleika at tjena pening, hevur AB rindað fyri bæði kost og logi.
 
Hesin mátin ber við sær, at felagið kann hava ráð til teir ’ikki-norðurlendskar’ leikararnar, ið frammanundan eru blivnir kunnaðir um treytirnar, bæði gjøgnum sín egna agent og beinleiðis ígjøgnum AB, og sostatt vistu alt hetta áðrenn teir skrivaðu undir sáttmála.
 
Teir leikarar, ið talan er um, eru glaðir at fáa tann stóra møguleikan at sleppa til europa at spæla fótbólt, og at vísa seg fram í føroyskum fótbólti.
Ongin leikari er tvungin til nakað sum helst, og teir hava eisini agentar, ið umboða seg, og hava góðtikið treytirnar. Ongin leikari er í AB ímóti sínum vilja. Vit eru glað fyri at teir eru komnir til felagið, og stolt yvir hvussu leikur ber fram.
 
Hví kenna vit so tørv á, at siga søguna áðrenn Dagur og vika ger? Tí um søgan er so mikið spennandi, so vilja vit sjálvi sleppa at fortelja hana. Hin orsøkin er, at journalisturin tyktist hava skrivað søguna, áðrenn vit sluppu at fortelja hana, og í sínum egna vinkli.
 
Vit hava onki at goyma, og svara fegin fleiri journalistum, um áhugi er til tess.
Detaljer
Skrevet af: Jens Petur Andreasen
Senest opdateret: 16. maj 2022

Lutaseðlarnir á Páskatombola

Her eru numrini sum vunnu í lutaseđladráttinum á páskatombola hjá AB í dag. Vinnarar kunnu ringja tlf. 599901.
Vit takka fyri stuđulin.
Vinnaranummur Páskatombola 2022
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 14. april 2022

Páskatombola

Páskatombola 2022

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 8. april 2022

Undirskrivað avtalu um nýggja vøll á Argjum

AB vøllurin (loftmynd)
Sáttmáli um umhvørvisvinarligan graslíkisvøll varð í morgun undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og P/F Føroya Møblasølu.

Tórshavnar kommuna og P/F Føroya Møblasøla hava í dag skrivað undir sáttmála um veiting av nýggjum graslíkisvølli til vøllin inni í Vika á Argjum. Hetta er heimavøllurin hjá Argja bóltfelag.  

Talan er um ein vøll av slagnum DOMO, ið er eitt niðurlendskt merki. Sum nakað nýtt í Tórshavnar kommunu er talan um ein vøll, ið umframt sand, hevur børk sum ífyllu, og er tað betri fyri umhvørvið enn gummigranulat, ið vanliga hevur verið brúkt.

Umframt nýtt graslíki og stoytdoyvingarlag er eisini ætlanin at flyta vøllin, so hann lýkur galdandi krøv í vallarreglugerðini, umframt eisini at flyta girðing og hegn á norðaru langsíðu.

Sjálvt arbeiðið við at leggja nýggja graslíkið verður gjørt um mánaðarskiftið mai/juni.

 
Detaljer
Skrevet af: Tórshavnar Kommuna
Senest opdateret: 23. marts 2022
  1. Nevndin hevur skipað seg.
  2. Ársaðalfundur 16. februar 2022

Side 2 ud af 37

  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5
  • 6
  • 7
  • 8
  • 9
  • 10
  • Author Login