Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

Lutaseðlarnir drignir

Lutaeðlarnir á páskatombola hjá AB í dag eru drignir, og eru vinnaranumrini hesi:

Hvítur nr. 94

Gulur nr. 704

Ljósareyður nr. 4

Laksafarvaður nr. 256

Ljósareyður nr. 145

Ljósareyður nr. 100

Grønur nr. 89

Ljósareyður nr. 51

Ljósareyður nr. 45

Hvítur nr. 85

Grønur nr. 162

Bláur nr. 135

Ljósareyður nr. 132

Bláur nr. 96

Vinnarar kunnu ringja tlf. 596774.

AB takkar øllum yri stuðulin. 

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 1. april 2021

Páskatombola

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 29. marts 2021

Teitur Debess Olsen komin heim aftur á Argir


Teitur Debess Olsen er nú afturkomin til barndómsfelag sítt, AB.

Teitur er 23 ára gamal og uppvaksin á Argjum. Seinastu árini hjá AB spældi hann við U21 og á besta liðnum.

Í 2019 og 2020 hevur Teitur tó spælt við EB Streym og fingið sær royndir á besta liðnum har. Nú hevur hann so avgjørt at koma aftur til AB, og tað eru vit sera glað fyri. 

Vælkomin aftur, og bestu ynskir um eitt gott kappingarár.

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 5. marts 2021

Teitur Jóannesarson aftur á Argjum

Teitur Jóannesarson er nú aftur á Argjum, eftir at hann hevur verið hjá FC Hoyvík seinastu árini.

Teitur kom á besta liðið hjá AB í 2008, og hann spældi við AB í tilsamans 9 ár.

Í 2016 og eisini seinastu 3 árini hevur hann spælt við hoyvíkingum, men nú tekur hann so eitt tørn afturat hjá okkum.

Teitur fyllir 32 ár í hesum mánaðinum, so hann er ein royndur leikari, ið uttan iva verður ein góður stuðul og fyrimynd hjá yngru leikarunum hjá AB.

Vit ynskja Teituri vælkomnum aftur og bestu eydnu í kappingarárinum.

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 4. marts 2021

Dreingir U13 FUTSAL meistarar


Ovara myndin er ár 2020 og niðara myndin er ár 2021.

Hesir U13 dreingir hava luttikið í tveimum Futsal kappingum 2020 og 2021, sum FSF hevur fyriskipað.

Tann fyrsta var tann 13 desember 2020 á Kambsdali, har teir struku avstað við gullinum við 7 sigrum.

Hin kappingin blev spæld 28. februar 2021, har teir ruddaði alla mótstøðu av vøllinum, við 7 sigrum og einum málmuni á 18-1.

Hesir somu dreingir vunnu eisini gull (2017-18) sum 10 ára gamlir og silvur (2018-19) sum 11 ára gamlir (í 2018), og endaðu sum bestu yngri í 2019-20.

Leikararnir eru: Regin Dam, Ørvur Isfeldt, Robert undir Leitinum, Jónas Nicolajson Gleðisheygg, Silas Rasmussen, Bárður Enni Danielsen, Ísakur Olafsson, Aksel Petersen og Dion Hvíthamar.

Venjarar Jan Danielsen, Pætur Vase og Odd Dam.

Detaljer
Skrevet af: Odd Dam
Senest opdateret: 1. marts 2021
  1. 11 venjarar hjá AB fingið B2 prógv
  2. Argja Bóltfelag havt aðalfund

Side 12 ud af 38

  • 7
  • 8
  • 9
  • 10
  • 11
  • 12
  • 13
  • 14
  • 15
  • 16
  • Author Login