Klárir til 2021
AB er nú í 1. deild við einum ungum hópi. Hetta er rætta høvið til at byggja upp av nýggjum, og rætti maðurin til uppgávuna er Dimitrije Jankovic. Dimitrije er kendur á Argjum, har hann hevur spælt nærum 100 dystir fyri besta liðið. Eisini var tað Dimi, sum í summar yvirtók 1. deildar liðið og var um reppið at yvirliva í deildini hóast eina sera trupla byrjan. Dimi er kendur fyri hart arbeiði. Hann trýr uppá menning av ungum leikarum, sum eyðkennir Argja Bóltfelag.
Afturat Dimitrije vera Kári Nielsen sum hjálparvenjari, Rógvi Nónsgjógv Poulsen sum fysiskur venjari og hjálparvenjari og Heðin Stenberg sum málmansvenjari. Allir hava teir nógvar royndir sum leikarar og hava longu verið í venjaraleiklutinum eina tíð. Rógvi og Heðin hava verið partur av venjaratoyminum seinastu árini. Kári er nýggjur í leiklutinum. Eftir at Kári endaði sína longu og flottu yrkisleið sum leikari á Argjum, hevur hann verið aktivur sum barnavenjari. Men nú er Kári klárur sum hjálparvenjari hjá 1. deild monnum.
AB skal nú byggja eitt sterkt og støðugt manslið upp. Felagið er í framgongd, hóast ítróttarliga úrslitið hjá monnunum hevur gingið okkum ímóti.
AB vann steypakappingina í U21 deildini í ár. Hesir unglingar banka nú uppá í 1. deild. Við Dimitrije Jankovic á odda hevur ungi hópur okkara ein kempara, sum megnar at menna og betra liðið umframt hvønn einstakan leikara, soleiðis at AB skjótast gjørligt hevur eitt lið aftur í betri deildini.
- Detaljer
- Skrevet af: Marius Thomassen
AB/B71 klár til Betri deildina
- Detaljer
- Skrevet af: Durita Sloan Dal-Christiansen
Tað gekk akkurát ikki
Við 3-2 tapinum á Tórsvølli í kvøld ímóti B68 bleiv staðfest, at AB tíverri ikki verður við í Betrideildini í 2021. Dysturin um upp- og niðurflytingina var spennandi til seinasta minutt, men tíverri fall úrslitið ikki til okkara fyrimun, tá liðugt var.
Sostatt er støðan í vaksnamannadeildunum hjá AB tann, at vit hava lið í 1. deild og 2. deild komandi kappingarár.
B68 ynskist tillukku við uppflytingini og góða eydnu í Betrideildini.
Vit skulu nokk koma sterkt aftur, og síggja fram til eitt spennandi kappingarár í 2021.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
AB dreingir U21 steypavinnarar 2020
Dreingir U21 vunnu í kvøld steypafinaluna ímóti B36 2-1, og harvið er AB U21 steypavinnarar 2020.
Nógvir áskoðarar av Argjum vóru til dystin, og spenningur var til tað seinasta. Rómurin var sum vera man stórur, tá dysturin endiliga var lokin og AB dreingirnir kundu taka ímóti gull heiðursmerkjunum og lyfta steypið í loft.
Hjartaliga tillukku dreingir. Tit eru óførir!
Trýst her fyri at síggja myndir frá steypahandanini.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Side 14 ud af 38