Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

AB venjarar, leikarar og foreldur á B1 venjaraskeiði á Argjum


Argja Bóltfelag vil bjóða børnum og ungum í okkara felagi so dygdargóða og mennandi venjing sum til ber.

Í hesum sambandi skipaði FSF, í samstarvi við AB, fyri einum B1 venjaraskeiði á Argjum, ætlað venjarum, leikarum og foreldrum í AB.

B1 venjaraskeiðið tekur í alt 15 tímar, ið vóru deildir í trý kvøld á 5 tímar. 11 luttakarar vóru við á venjaraskeiðnum í ár, og er tað uttan iva við til at lyfta venjarastøðið í felagnum.

Instruktørur á venjaraskeiðnum var Bill McLeod Jacobsen frá FSF, og vilja vit fegin takka honum fyri gott samstarv og eitt mennandi venjaraskeið.

AB fegnast um stóra áhugan at vera við á skeiðnum, og vil samstundis ynskja luttakarunum til lukku við venjarapróvnum.

Detaljer
Skrevet af: Marius Thomassen
Senest opdateret: 25. september 2020

Dystir avlýstir hesa vikuna

Virksemið í samfelagnum er nógv ávirkað av koronasmittuni í løtuni, og tí hevur Fótbóltssambandið tikið avgerð um at útseta flestu dystir í landskappingunum hesa vikuna.

 

Allir dystir í føroysku landskappingini (bæði børn og vaksin) fram til og við mánadagin 28. september 2020 verða tí útsettir. Undantak er tó við Betri deildini hjá monnum, har dystirnir verða leiktir sum ætlað.

 

Kappingarnevndin ásetur nýggjar leikdagar.

Detaljer
Skrevet af: FSF
Senest opdateret: 23. september 2020

Útsettir dystir í 1. deild og Betrideildini hjá monnum

Av korona ávum eru dystirnir hjá AB 1. deild monnum 07Vestur - AB í kvøld týskvøldið og í Betrideildini Víkingur - AB mikukvøldið 23. september útsettir, hevur FSF boðað frá. Nærri frættist seinni, nær dystirnir vera spældir.

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 22. september 2020

Leikarin í Skotinum - Vár Eyðunsdóttir Miðberg

 

Navn: 

Vár Eyðunsdóttir Miðberg 

 

Lýs teg sjálva/n við 3 orðum: 

Smæðin, rólig og nærløgd 

 

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast? 

Eg havi ongantíð vaska sjálvar skinnararnar, men sokkarnar sum eru uttaná 

 

Besti leikari tú hevur leikt við? 

Uha tað er sera ringt at velja ein ávísan leikara, men á landsliðnum spældi eg saman við fleiri góðum leikarum.  

 

Besta minnið inni í Vika? 

Eitt tað besta minnið sum eg havi, er tá eg var umleið 7 ára gomul og skoraði beinleiðis mál uppá málspark 

 

Hvat er tað besta við Argja Bóltfelag? 

Tað besta við Argja Bóltfelag er, at tað er okkara lokala felag her á Argjum. Og ikki at gloyma Palla og Tonny, sum hava verið okkara trúføstu venjarir, og hava fingið okkum her til, sum vit eru í dag. 

 

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Gott yvirblikk, taktisk og málskorari 

 

Hvør sangur er tín yndis sangur? 

Tað er sera ringt at velja. Eg havi ongan ávísan beint nú, men lurti eftir nógvum ymiskum tónleiki. 

 

Hvør syngur best á tínum liði? 

Tað má verða Eyðbjørg 

 

Hvørji ritualir hevur tú áðrenn dyst? 

Eg havi ikki ordiliga nøkur ritualir áðrenn dyst. 
 

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum? 

Tað munnu vera Ronja og Judith, tær eru herligar! 
 

Hevur tú eina góða vittigheit í ermuni? 

Nei, eg komi ikki í tankar um nakra. 

 

Er tað nakað, sum Argja Bóltfelag kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat? 

At prioritera kvinnufótbóltin nógv hægri. 

 

Lærdi tú nakað nýtt um teg sjálvan meðan korona herjaði í landinum, og flest øll vóru heima hjá sær sjálvum?  

Av tí at man skuldi halda seg inni, fann eg útav, at mær dámar nógv betri at vera úti, enn hvat eg helt 

 

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara? 

Hvør er tín yndis leikari? 

Detaljer
Skrevet af: Jens Petur Andreasen
Senest opdateret: 19. august 2020

Lutaseðladráttur

Vinnararnir av lutaseðlunum, sum vóru trektir í Hálvleiksshow í AB-Skála dystinum eru:
 
Vinningar:
 
1: Veitslukøka til 25 fólk frá Gudny'sa køkur - Ljósareyður 643
2: Ein kassi av sodavatn frá Føroya Bjór - Grønur 571
3: AB-net við AB krússi, sjokulátu og einum kartong av Mist - Ljósareyður 330

Vinnararnir kunnu seta seg í samband við AB á facebookvanganum hjá Argja Bóltfelag https://www.facebook.com/argjaboltfelag/
 
Takk fyri stuðulin.
 
Vinarliga
 
Marius Thomassen
Formaður

Argja Bóltfelag

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 9. august 2020
  1. Ólavsøkusetanarrøðan hjá Doris
  2. Ólavsøkutiltak á Argjum

Side 17 ud af 38

  • 12
  • 13
  • 14
  • 15
  • 16
  • 17
  • 18
  • 19
  • 20
  • 21
  • Author Login