Lutaseðladráttur
Lutaseðlar vóru seldir til dystin AB-EB Streymur týsdagin 16. juni, og vinnaranumrini vóru hesi:
1. Bláur nr. 706
2. Bláur nr. 712
3. Bláur nr. 224
Vinnarar kunnu ringja tlf. 596774.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Lutaseðlarnir
Lutaseðlar vóru seldir til dystin AB-KÍ mánadagin 1. juni, og vinnaranumrini vóru hesi:
1. Grønur nr. 804
2. Grønur nr. 326
3. Grønur nr. 829
Vinnarar kunnu ringja tlf. 596774.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Lutaseðlarnir drignir
Lutaseðlar vóru seldir til dystin AB-HB sunnudagin 24. mai og vinnaranumrini vóru hesi:
1. Ljósareyður nr. 50
2. Ljósareyður nr. 51
3. Ljósareyður nr. 13
Vinnarar kunnu ringja tlf. 596774.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Legendan meldar seg kláran
Jónas Stenberg hevur gingið á odda fyri AB, longri enn felagið hevur verið í bestu deildini. Í ár verður einki undantak. Jónas eigur rekordina fyri flest leiktar dystir fyri besta liðið hjá AB. Hann hevur leikt 342 dystir fyri AB, har 157 hava verið í bestu deildini.
Jónas skuldi eftir ætlan seta árið av til at smíða hús, men hetta hevur gingið so skjótt í vetur, at Jónas aftur byrjaði at venja tíðliga í vár.
”AB er eitt felag sum ger eitt stórt arbeiði við lokalsamfelagið á Argjum. Tað er her fólk savnast, og júst fyri tíðina hendir nógv spennandi við- og rundanum felagið, og eg vil so sanniliga gera mítt íkast” sigur Jónas Stenberg.
Somuleiðis fegnast Marius Thomassen, formaður í AB um sáttmálan: ”Jónas er ein ímynd av tí, ið vit standa fyri á Argjum. Vit kempa og stríðast og taka avbjóðingar upp. Vit eru ómetaliga fegin um, at Jónas verður við í ár. Hann hevur nógvar royndir, og tað koma vit at merkja í hopinum”.
- Detaljer
- Skrevet af: Jens Petur Andreasen
Styrkur til AB
Argja Bóltfelag hevur skrivað tvey ára sáttmála við Jasper van der Heyden úr Belgia. Jasper er føddur og uppvaksin í Belgia, har hann hevur sparkað fótbólt alt sítt lív. Fyri tveimum árum síðani gjørdi hann av at royna seg í Íslandi. Har møtti hann føroysku unnustu sínari, og Jasper gjørdi av at flyta til Føroya.
Jasper er bólttryggur offensivur leikari. Hann spælir sum oftast á veinginum, men til tíðir á offensiva miðvøllinum. AB fegnast um at hava fingið evnaríka belgiaran í hópin, og ynskir Jasper hjartaliga til lukku við sáttmálanum.
Á myndini eru formaðurin hjá AB Marius Thomassen (vm) og Jasper van der Heyden (hm).
- Detaljer
- Skrevet af: AB
Side 19 ud af 38