Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

FJEPPARABUSSUR OG FJEPPARATILTAK

BUSSURIN ER VIÐ ÍMÓTI 07 VESTUR LEYGARDAGIN! ÁRSINS SEINASTI DYSTUR. 📣

Eftir upphitingina í AB húsinum leygardagin, koyrir fjepparabussurin til dystin kl. 15 🥳 ⏰ Koyra frá AB húsinum klokkan 14.00 ⏰ Koyra heim aftur klokkan 17.00 ❤️

Øll eru vælkomin í AB húsið frá kl. 12.30 💙

🚌 Bussur: Vaksin 30kr. Børn undir 12 ár 20kr. Flytast á 6460-1565364 ella rindast kontant. 😻 AB gevur fjeppara T-shirt! - Í bussinum fáa børnini eitt sunkist og tey vaksnu eina Biib - 👉🏻

Boða frá á messenger, um tit koyra við. 👉🏻 Først til mølle, 50 pláss. Seinast var FULLUR bussur. .

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 20. oktober 2022

Familjudagur á AB vøllinum

May be an image of Tekstur, ið sigur "FAMILJUDAGUR ÁAB VOLLINUM 20.AUGkl. 10:00-14:00 CANDYFLOSS ANDLITSMÁLING HOPPIBORGIR POPPKORN PONYRÍĐING BALLÓNIR BORN2-12ár80kr. KOMIĐ VIĐ OG FÁ EIN FANTASTISKA HUGNALIGAN DAG SAMANVIĐ FAMILJU OG VINUM! KAFFI, THE, SUNKIST KOKATILKEYPS AGIA BOLTNA 子 1973"

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 11. august 2022

Fótbóltsskúli á Argjum

Nú er klárt at skriva seg upp til stuttligasta Fótbóltsskúlan í Føroyum! ⚽️🙌
 
Fótbóltsskúlin hjá AB verður Inni í Vika á Argjum hósdagin og fríggjadagin, 4. og 5. august. Hósdagin frá klokkan 13:00 til 17:00, og fríggjadagin frá 10:00 til 15:00.
 
Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum og ungum, bæði gentum og dreingjum, í aldurinum 7 til 15 ár (fødd í 2007 til og við 2015).
 
Øll, sum luttaka, fáa afturat góðari fótbóltsvenjing, eisini mat, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv.
Kostnaðurin er 450,00 kr.
 
Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 1. august. Trýst her fyri at melda til.
 
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 24. juni 2022

Nýggi venjarin er funnin

NÝGGI VENJARIN ER FUNNIN
 
Tað verður danski Henrik Larsen, ið eftir summarsteðgin verður høvuðsvenjari hjá AB. Partarnir hava gjørt semju um sáttmála, sum í fyrstu syftu er galdandi til og við kappingarárið 2023.
 
Hann hevur áður verið venjari hjá ymiskum liðum í Horsen, Silkeborg, AAB og seinast Team Viborg.
 
Í AB eru vit vís í, at vit hava funnið rætta mannin til sessin, ið kann hjálpa okkum fram á leið í føroyskum fótbólti.
 
Umframt at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum fer Henrik eisini at hava aðrar uppgávur í felagnum.
 
Henrik byrjar í starvinum umleið hálvan juli, tá fyrireikingarnar til seinnu kappingarhálvu byrja. Fram til tá verður tað ítróttarstjórin, Jonas Dal Andersen, ið verður virkandi høvuðsvenjari fram til summarsteðgin.
Velkommen til klubben, Henrik!
 
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 24. juni 2022

Jonas Dal fer í annað starv

Frá 1. august byrjar ítróttarstjórin hjá AB, Jonas Dal Andersen, í starvi hjá danska FC Midtjylland, har hann skal standa á odda fyri samstarvinum hjá felagnum við nigerianska FC Ebedei.
Inntil tá er Jonas Dal Andersen tó framvegis í AB. Í løtuni er hann afturat starvinum sum ítróttarstjóri virkandi høvuðsvenjari hjá Betrideildarliðnum, sum hann fer at vera fram til summarsteðgin.
Felagið arbeiðir við at seta nýggjan venjara til besta mansliðið, og vit vóna at kunngera nýggjan venjara seinni í hesari vikuni.

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 15. juni 2022
  1. Lutaseðlarnir drignir
  2. Skjótt liðugt at taka graslíkið av.

Side 1 ud af 38

  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5
  • 6
  • 7
  • 8
  • 9
  • 10
  • Author Login