Tað er nú váttað, at fyrsta umfar í betri deildini verður leikt sunnudagin 15. mars. Hetta hevur Kappingarnevdin hjá FSF avgjørt í gjár. Semja er í kappingarnevndini at halda fast við kappingarskránni, sum varð samtykt leygardagin, tá ið 1. umfar í Betri deildini hjá monnum varð útsett.
1. umfar í Betri deildini hjá monnum verður sostatt leikt komandi sunnudag.
Hetta merkir, at AB fær vitjan av TB. Ein dystur, sum vit av álvara gleða okkum til á Argjum.
Hvussu støðan verður viðvíkjandi áskoðarum er framvegis nakað ógreitt. Hetta verður tó umrøtt á fundi millum feløgini og FSF mikudagin. Men sum skilst fáa áskoðarar atgongd til dystin, tó at ætlanin er at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing.