Navn: 

Heðin Stenberg 

 

Lýs teg sjálva/n við 3 orðum: 

Róligur, erligur og álítandi. 

 

Nær vaskaði skinnararnar seinast? 

Eg havi aldrin í mínum fótbóltslívið vaskað skinnarar. 

 

Besti leikari hevur leikt við? 

Fróði Benjaminsen 

 

Besta minnið Inni í Vika? 

Her eru nógv góð minnir. Nakrar uppflytingar hava verið gjøgnum árini, sum altíð er skeg. Men besta minnið er frá 1999, vit blivu føroyameistarar við AB piltum, og babba var venjari. Tað er eitt øgiliga sterkt minni hjá mær. 

 

Hvat er tað besta viðArgja Bóltfelag? 

Felagsskapurin, at hava tað gott og skeg saman. Nógv gott fólk í felagnum, sum gera eitt megnar arbeiði 

 

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Eg veit ikki. Offensivur málsøkjandi málverji. 

 

Hvør sangur er tín yndis sangur? 

Your man við Josh Turner 

 

Hvør syngur best á tínum liði? 

Eg veit ikki, um nakar syngur gott. Men mær er fortalt, at Bartal Petersen syngur sum ein eingil. 

 

Hvørji ritualir hevur áðrenn dyst? 

Vil ikki kalla tað ritual. Men eg fyrireiki meg væl. Hvíld, eta og drekka rætt. 

 

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum? 

Sørin Nygaard Samuelsen. 

 

Hevur eina góða vittigheit í ermuni? 

Hvat er tað besta við at búgva í Schweiz? Eg veit ikki, men flaggið er eitt stórt pluss 
 

Er tað nakað, sum Argja Bóltfelag kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat? 

Fingið ein Instagram profil. 

 

Síðan Corona byrjaði at herja í landinum, hevur so funnið fram nakað gamalt ella eitt nýtt frítíðarítrív? 

Eg og daman hava gingið túr hvørt kvøld. Deiliga avslappandi í hesum tíðum. 

 

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara? 

Okkurt um Premier Leauge.