(Hesar hugleiðingarnar skrivaði Fróði Olsen í 2008, tá AB fylti 35 ár).
Hvussu byrjaði tað?
AB 35 ár.
Gamalt var, at argjamenn vóru B36’arar, og so var. Treyðugt so, onkur einkultur HB’ari var á Argjum, men teir kundu teljast á aðrari hondini. At argjamenn vóru B36’arar mundi helst koma av, at onkrir argjadreingir spældu við 1. liði hjá B36, nevnast kunnu Meinhard Dam, Leif Petersen og Finnur á Borg. Seinni spældu Hans Birgir Olsen og Eyðolvur Gulklett á 1. liði hjá B36.
Minnist sum smádrongur tá argjadreingir spældu fótbólt móti Hornabø, Landavegnum og ikki at gloyma, tá vit leiktu á KFUM plenuni ímóti Tinghúsvegnum. Eisini vóru vit í Nólsoy og spældu fótbólt. Vit smádreingir høvdu fleiri lið á Argjum, eg var við í AÍF, Per Mortensen (Damor) var venjari. Eg minnist, at tá tað regnaði, so bóltaðu vit rút á einar gamlari divan í kjallaranum hjá Peturi á Skølti. Viðmerkjast skal, at mitt í 60 árunum búðu eini 4-500 fólk á Argjum.
Í 1973 kemur Johnny Nyby, dani, ið búði á Argjum, og bað okkum argjadreingir koma at stovna eitt bóltfelag. Hetta vóru vit beinanvegin við uppá, sjálvt um fleiri av okkum leiktu við Havnarfeløgunum.
Stovnandi fundur var hildin í skúlanum, minnist meg rætt, og í fyrstu nevndina vóru valdir: Johnny Nyby form., Fróði Olsen næstform., Andrias K. Mouritsen kassam., Jens Hansen, Bjarne Jørgensen og Sverri Heinesen. Burtursæð frá Johnny og Sverra (av Toftum) vóru vit ikki annað enn stórir smádreingir, sjálvur var eg 17 og hinir 13-15 ára gamlir. Hvat ið tað innibar, at stovna eitt fótbóltsfelag uttan vøll, uttan felagshús ella nakað sum helst, høvdu vit ikki skil fyri. Tað var eisini líkamikið, nú høvdu vit stovnað okkara egna fótbóltsfelag úti á Argjum, og var tað tað týdningarmesta fyri okkum. At gera ein vøll á Argjum mátti kommunan syrgja fyri. Fyribils vandu vit í skúlagarðinum.
Á vári 1974 var ein nýggj nevnd vald. Í henni sótu: Johnny Nyby form., Fróði Olsen næstform., Sonja á Argjaboða kassam., Kristian Arge skrivari, Erling Olsen (á Argjagarði) , Sæmundur Mortensen og Jens Hansen. Sum tað sæst, so eru nú fleiri vaksin og góð argjafólk komin í nevndina, og vísir hetta, at argjafólk stuðlaðu okkum við felagnum. Onnur góð fólk vóru eisini áhugaði í felagnum, eg vil nevna Ludvík Johansen sála. Hetta fyrsta árið, 1974, luttók AB við einum dreingjaliði og tveimum piltaliðum. Johnny vandi dreingirnar og eg vandi piltarnar.
Við vælvild frá Havnarfeløgunum leiktu vit okkara heimadystir í Gundadali, takk skulu tit hava fyri vælvildina, vóru Havnarfeløgini ikki so lagalig, so hevði felagnum ikki verið lív lagað.
Frá bygdaráðnum á Argjum haldi eg ikki, at tann stóri áhugin var sýndur okkum í byrjanini. Hevði tásitandi bygdaráð sæð, hvørja nyttu AB var fyri ungdómin á Argjum, so hevði fótbóltsvøllurin ligið har, ið frímerkjadeildin á Argjum er í dag. Spell, haldi eg, at vøllurin á Argjum liggur, har hann liggur.
Seinni í sjeytiárunum meldaðu vit eitt vaksnamannalið til, kanska mest til stuttleikar, tí vit høvdu enn ikki fingið vøll, og enn var vant í skúlagarðinum. Úrslitini vóru útmerkaði, og ikki at gloyma fótbóltsferðirnar til Suðuroyar vóru stuttligar og ógloymandi. Ikki skal dreingaliðið hjá Helga á Fløtti gloymast, sera evnaríkir leikarar, kanska tað besta liðið, ið AB nakrantíð hevur havt.
Fyri at taka samanum, so má sigast, at uttan treisku eldsálina Johnny Nyby, stuðlaður av góðum argjafólkum, hevði AB ikki yvirlivað. Mangan lá felagið í andaleypi. Til alla lukku funnust menn sum Tórólvur Stenberg, sáli, ið lyftu felagið enn longur fram á leiðini.
Takk skulu teir hava báðir Johnny og Tórólvur. AB er í dag eitt av størstu og best riknu fótbóltsfeløgunum í landinum.
Tillukku við teimum 35 árunum, og blíðan byr farmyvir.
Fróði Olsen.