Páskirnar byrja við bingo saman við AB

Vit hava flutt páskahugnan úr AB-húsinum yvir á Facebook. Á hvørjum ári skipar AB fyri stórum páskatombola í AB-húsinum. Hesaferð verður tað bingo ístaðin, og tú kanst vera við til at stuðla Argja Bóltfelag við at spæla við á Facebook.

Eisini verða lutaseðlar trektir ímillum spølini.

Soleiðis gert tú:

Tú skrivar til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella sendir boð til Argja Bóltfelag á Facebook og viðmerkir, hvussu nógvar plátur og lutaseðlar tú ynskir at keypa. Síðani flytir tú peningin á Konto nr.: 6460-156.536.4 og viðmerkir títt navn.
Vit senda tær plátur og lutaseðlar talgilt. (Um tað ikki ber til at printa pláturnar út, skulu vit nokk koyra tær heim til tín)

Seinasta freist at keypa er:
At printa sjálv/ur: Skírishósdag kl 14.00
Heimkoyring: mikudagin 8. apríl kl 19
Plátur:
1 pláta við 6 spølum kostar 60 kr.
2 plátur við 6 spølum hvør kosta 100 kr.

Lutaseðlar:
Hvør lutaseðil kostar 10. kr.


Bingo verður Skírisdag 9. apríl kl. 15.00.