Navn: 

Gert O. Schrøter Drangastein 

Lýs teg sjálvan við 3 orðum: 

Tjaaa tað veit eg ikki herligur, erligur, serligur?  

Nær vaskaði skinnararnar seinast? 

Vaskað skinnarar? Hvør vaskar skinnarir  

Besti leikari hevur leikt við? 

Uha... trupul spurningurHar eru nógvir góðir leikarar og legendur, sum ein hevur haft fornøjilsi av, at spælt saman við. Slepst tó ikki undan at nevna serbisku maskinuna, Dimitrije Jankovic, aka Dimi Machine!  

Besta minnið Inni í Vika? 

Nógv góð minnir inni í Vika, bæði á og uttanfyri vøllinum. Besta minnið mann vera ein av teimum døgunum, eru fluttir upp í bestu deildina 

Hvat er tað besta við Argja Bóltfelag? 

Her er so deiliga ”bygdasligt”, og eingin er størri enn felagið.   

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Eri nokk mest kendur fyri at vera óvanliga eksplosivur. Havi annars fingið at vita frá venjarum, at ein stendur væl í múrinum tá ið hinir hava fríspark, og at ein hevur giftig innkast. 

Hvør sangur er tín yndis sangur? 

Djämes Braun - Jeg kigger på fugle. 

Hvør syngur best á tínum liði? 

Havi havt heiðurin at sungið duet í karaoke við nøkrum av leikarunum, og tað eru serliga Heðin Stenberg og Sørin Nygaard Samuelsen, sum skarða framúr! Ein duet við teimum báðum við Shallow, hjá Lady Gaga (feat. Nygaard) og Bradley Cooper (feat. Stenberg), hevði verið nakað heilt serstakt. 

Hvørji ritualir hevur tú áðrenn dyst? 
Havi ongar fastar sum so… bara eta væl og drekka NÓGV vatn gjøgnum dagin, og ein góðan kaffimunn, og Ramstein í oyruni áðrenn dyst, og so koyra vit ahead!   

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum? 
Haldi ikki nakar á liðinum hevur eina framtíðar yrkisleið sum stand-up komikari, ella sum politikari, men Sørin Nygaard Samuelsen plagar at koma við nøkrum stuttligum impulsivum viðmerkingum. Jákup Pauli Breckmann plagar eisini at hava nakrar góðar undir ermuni.  

Hevur tú eina góða vittigheit í ermuni? 

Hmm… neii… ella… júú hoyrdi eina ða í morgun… Í hesum Corona tíðunum, har vit síggja fleiri og fleiri fólk renna á landavegnum, so sigur ein Argjamaður við konuna meðan tey liggja í songini, at persónligi venjarin hjá honum hevði fortalt, at ein brennur líka nógvar kaloriur í einari samlegu, sum at rennað ein túr uppá 10km. Konan vendir sær við og spyr Alsooo.. roynir tú at fortelja mær, at tú klárar at rennað 10km uppá 2 min?”  

Hihihi Eg havi nakrar aðrar, um tað er? 

Er tað nakað, sum Argja Bóltfelag kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat? 

Hmm… nei tað haldi eg ikki. Ella jú.. nú tit spyrja, so er tað soleiðis, at vit sum umsita bótakassan hjá besta liðinum hava stórar trupulleikar við at innsamlað P-tøl, dópsbrøv og kontunummar hjá leikarunum/venjarunum/liðleiðarum í samband við at skráseta teir í skipanina hjá okkum, umframt at fáa teir at skriva undir eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu við bótakassan. Leikararnir kenna seg onkursvegna ótryggar við bótakassanevndina, og hava ikki fult álit á okkum. Vónandi kann Argja Bóltfelag traðka til, og hjálpa okkum við at fáa hetta upp í rættlag. 

Síðan Corona byrjaði at herja í landinum, hevur tú so funnið fram nakað gamalt ella eitt nýtt frítíðarítrív? 

Ja, tá ið hetta Corona tíðarskeiðið er hasa av, so er ein klárur til Tórshavnar Marathon ella at súkkla við Rynkenby liðinum til Paris 

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara? 

Tit kunnu spyrja tann næsta, hvussu hann metir korona kemur at ávirkað føroyska búskapin, og kanska serliga bruttotjóðarúrtøkuna. Hetta eru viðurskiftir, sum vit vanliga tosa og kjakast um í skiftirúminum.