Argja Bóltfelag hevur skrivað tvey ára sáttmála við Jasper van der Heyden úr Belgia. Jasper er føddur og uppvaksin í Belgia, har hann hevur sparkað fótbólt alt sítt lív. Fyri tveimum árum síðani gjørdi hann av at royna seg í Íslandi. Har møtti hann føroysku unnustu sínari, og Jasper gjørdi av at flyta til Føroya.
Jasper er bólttryggur offensivur leikari. Hann spælir sum oftast á veinginum, men til tíðir á offensiva miðvøllinum. AB fegnast um at hava fingið evnaríka belgiaran í hópin, og ynskir Jasper hjartaliga til lukku við sáttmálanum.
Á myndini eru formaðurin hjá AB Marius Thomassen (vm) og Jasper van der Heyden (hm).