Jónas Stenberg hevur gingið á odda fyri AB, longri enn felagið hevur verið í bestu deildini. Í ár verður einki undantak. Jónas eigur rekordina fyri flest leiktar dystir fyri besta liðið hjá AB. Hann hevur leikt 342 dystir fyri AB, har 157 hava verið í bestu deildini.
Jónas skuldi eftir ætlan seta árið av til at smíða hús, men hetta hevur gingið so skjótt í vetur, at Jónas aftur byrjaði at venja tíðliga í vár.
”AB er eitt felag sum ger eitt stórt arbeiði við lokalsamfelagið á Argjum. Tað er her fólk savnast, og júst fyri tíðina hendir nógv spennandi við- og rundanum felagið, og eg vil so sanniliga gera mítt íkast” sigur Jónas Stenberg.
Somuleiðis fegnast Marius Thomassen, formaður í AB um sáttmálan: ”Jónas er ein ímynd av tí, ið vit standa fyri á Argjum. Vit kempa og stríðast og taka avbjóðingar upp. Vit eru ómetaliga fegin um, at Jónas verður við í ár. Hann hevur nógvar royndir, og tað koma vit at merkja í hopinum”.