Lagið er gott á Argjum. Hóast tað hevur gingið nakað striltið hjá AB hetta kappingarárið, so var seinasti dystur í kappingarárinum ein staðfesting av, at tað ber til, bara vit hava viljan. Ein 4-0 sigur á EB Streym var ikki so galin at enda árið við. Og tá TB vann á Skála, so eru vit klárir til at spæla ein branddyst ímóti B68 um at varðveita plássið í Betrideildini.

Dysturin ímóti B68 verður leygardagin 28. november kl. 19.00 á Tórsvølli.

Vit síggja í spenningi fram til dystin :-)