AB leggur stóran dent á at hava væl útbúnar venjarar í øllum deildunum, bæði hjá yngru og hjá eldru liðunum.
Í januar/februar hava 11 venjarar hjá AB verið á B2 venjaraskeið hjá FSF. Tey fingu øll prógv handaði farna vikuskifti.
Tað er sera gleðiligt, at venjararnir hjá AB eru so ágrýtnir og áhugaðir at nema sær útbúgving sum venjarar. Tað ger teir enn betri førar fyri at fremja dygdargóðar venjingar, og hetta sæst uttan iva aftur í menningini av leikarunum.
Á myndini eru venjararnir, sum fingu B2 prógv. Vit ynskja tykkum tillukku og takka fyri, at tit vilja leggja so nógva orku í at skapa góðar karmar fyri øll tey, yngri sum eldri, ið ynskja at spæla fótbólt á Argjum.