Ovara myndin er ár 2020 og niðara myndin er ár 2021.

Hesir U13 dreingir hava luttikið í tveimum Futsal kappingum 2020 og 2021, sum FSF hevur fyriskipað.

Tann fyrsta var tann 13 desember 2020 á Kambsdali, har teir struku avstað við gullinum við 7 sigrum.

Hin kappingin blev spæld 28. februar 2021, har teir ruddaði alla mótstøðu av vøllinum, við 7 sigrum og einum málmuni á 18-1.

Hesir somu dreingir vunnu eisini gull (2017-18) sum 10 ára gamlir og silvur (2018-19) sum 11 ára gamlir (í 2018), og endaðu sum bestu yngri í 2019-20.

Leikararnir eru: Regin Dam, Ørvur Isfeldt, Robert undir Leitinum, Jónas Nicolajson Gleðisheygg, Silas Rasmussen, Bárður Enni Danielsen, Ísakur Olafsson, Aksel Petersen og Dion Hvíthamar.

Venjarar Jan Danielsen, Pætur Vase og Odd Dam.