Teitur Jóannesarson er nú aftur á Argjum, eftir at hann hevur verið hjá FC Hoyvík seinastu árini.

Teitur kom á besta liðið hjá AB í 2008, og hann spældi við AB í tilsamans 9 ár.

Í 2016 og eisini seinastu 3 árini hevur hann spælt við hoyvíkingum, men nú tekur hann so eitt tørn afturat hjá okkum.

Teitur fyllir 32 ár í hesum mánaðinum, so hann er ein royndur leikari, ið uttan iva verður ein góður stuðul og fyrimynd hjá yngru leikarunum hjá AB.

Vit ynskja Teituri vælkomnum aftur og bestu eydnu í kappingarárinum.