Teitur Debess Olsen er nú afturkomin til barndómsfelag sítt, AB.
Teitur er 23 ára gamal og uppvaksin á Argjum. Seinastu árini hjá AB spældi hann við U21 og á besta liðnum.
Í 2019 og 2020 hevur Teitur tó spælt við EB Streym og fingið sær royndir á besta liðnum har. Nú hevur hann so avgjørt at koma aftur til AB, og tað eru vit sera glað fyri.
Vælkomin aftur, og bestu ynskir um eitt gott kappingarár.