
1. deild menn: AB



Upptaktsgreinin í gjár legði upp til, at ein sigur í dag var eitt krav. Og tað kann ikki sigast annað enn, at kravið varð eftirlíkað, tí ein sigur fingu vit. Ein trivaligan sigur eisini. AB vann í kvøld 4-0 ímóti B36 inni í Vika.
Fyrstu løtuna hava liðini royndir í báðum endum, men eftir 25 minuttir eru tað vit, sum leggja okkum á odda. Eftir frálíkt forarbeiði frá Ragnari Skála leggur Teitur Debes Olsen upp til garvaða Símin Hansen, ið setir bóltin í mál til 1-0.
Hendan støðan helt sær til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki kemur eitt heilt annað trýst frá AB-liðnum, og 20 minuttir inni í hálvleikinum er dysturin avgjørdur. Eftir 56 minuttir er tað fyrst aftur Símin Hansen, ið skorar til 2-0. Útsparkið hjá B36-málverjanum miseydnast, og so skjýtur Símin bóltin inn úr langari fjarstøðu.
Varð dysturin ikki avgjørdur her, so blívur hann tað átta minuttir seinni, tá okkara trúgvi og drúgvi liðskipari, Sørin Samuelsen, skorar til 3-0, tá hann er fyrstur á ein returbólt eftir frísparksroynd á málið.
Restina av dystinum hevur AB fullkomiliga tamarhald á støðuni, og sum steinur oman á byrðu hjá B36 fær Allan Tungá seinna gula kortið og harvið reytt eftir 89 minuttir.
Í yvirtíðini verður sigurin sligin endaliga fastur, tá Rógvi Skála eftir upplegg frá innskifta Róa Klakkstein Vilhelm skorar til 4-0, ið gerst endaliga úrslitið.
Undan hesum kappingarárinum kom 38 ára gamli Símin Hansen út á Argir at royna seg fyri triðju ferð. Hann hevur fyrr verið í felagnum í tveimum umførum. Vit fegnast um, at hann enn vísir máltev og sum aldursforseti í hópinum er við til at ganga á odda fyri teir ungu.
Hetta var ein sera góður og týdningarmikil sigur fyri okkara menn. Men nú skulu vit verða skjótir at fáa armarnar niður aftur, tí longu leygardagin er dystur aftur, tá B71 kemur á vitjan inni í Vika. Vit vita, at skulu vit verða við, har tað er stuttligt, so eru trý stig aftur krav í einum slíkum heimadysti.
Men í kvøld fegnast vit um sigurin. Til lukku við sigrinum, AB!