



Okkara besta manslið spælir sín seinasta dyst hesumegin summarsteðgin í morgin í Leirvík ímóti Víkingi. Dysturin byrjar klokkan 19.
Tað skerst ikki burtur, at fyrra kappingarhálva hevur verið tung, og fyri okkara viðkomandi er tað alt annað enn stuttligt at hyggja eftir stigatalvuni.
Men nú spæla vit ein síðsta dyst áðrenn summarsteðgin, og vit stuðla sjálvandi altíð okkara monnum og trúgva uppá, at teir kunnu koma aftur á Argir við trimum stigum.
Eftir hendan dystin spælir besta mansliðið ikki aftur fyrr enn 27. juli, tá ið ólavsøkudystur ímóti KÍ er á skránni inni í Vika. Og tað er ongin ivi um, at í summarsteðginum skulu munagóðar broytingar gerast til frama fyri besta mansliðið, sum er flaggskipið í felagnum og skal hava hægstu raðfesting.
Men áðrenn vit hugsa um summarsteðg og seinnu hálvu snýr tað seg um dystin í morgin.
Vit ynskja okkara monnum bestu eydnu og vilja heita á fjepparar um at koma til Leirvíkar at stuðla.
Kom so, AB! 


