



Skjótt eru fimm vikur gingnar, síðani okkara besta manslið seinast var í eldinum, men í morgin er endiliga dystur aftur, tá ið næstbesta liðið hjá KÍ kemur á vitjan inni í Vika á Argjum.
Klaksvíkingar hava róð í tungum sjógvi í ár og hava í løtuni 12 stig og eru undir niðurflytingarstrikuni. Vit vita tó, at tað er ójavnt, hvussu næstbestu liðini hjá liðunum í Betrideildini eru mannað frá dyst til dyst, so tað er væl møguligt, at KÍ møtir upp við einum sterkum liði í morgin. Óansæð hvussu víkir og vendir, so skulu vit verða fyrireikaðir upp á ein torføran dyst, tí klaksvíkingar hava sama átrokandi tørv á stigum, sum vit hava.
Eftir eina misjavna fyrru hálvu er ikki annað hjá okkum at gera enn at hyggja frameftir, vera jaligir og síggja teir møguleikar, ið eru. Enn er bert hálvt málið rógvið, 42 stig eru eftir at spæla um, og vit hava framvegis møguleika at kappast um uppflyting. Hevur krevur tó meira støðufesti í úrslitunum enn í fyrstu 13 dystunum í ár.
Liðið er blivið styrkt í summarsteðginum, og øll á Argjum vóna so inniliga, at nýggju leikararnir eru við til at styrkja liðið og eisini lyfta hinar. Fótbóltur er eitt liðspæl, ongin klárar nakað einsamallur, men standa vit saman og arbeiða saman, so eru sjálvandi allir møguleikar fyri, at vit kunnu standa við trimum stigum eftir dystin í morgin.
Menninir hava nú vant miðvíst í tvær vikur fram ímóti hesum dystinum og seinnu kappingarhálvu. Teir fara við fullari vissu at gera alt, sum teir eru mentir, á vøllinum í morgin, men vit uttan fyri vøllin eiga sjálvandi at møta manssterk upp, stuðla okkara monnum og hjálpa teimum at vinna tey trý stigini, ið vit hava so stóran tørv á.
Latið okkum síggjast inni í Vika í morgin til ein dyst, sum fyri okkara viðkomandi vónandi verður startskotið til eina góða seinnu hálvu, har tað framvegis kann blíva heilt stuttligt hjá okkum!
Talan er um ólavsøkudyst, og tískil stendur eitt steyp upp á spæl. Endar dysturin við javnleiki skal vinnari av steypinum finnast við brotssparkskapping.
Góðan dyst!