Argja Bóltfelag hevur á fyrsta sinni sett ein fulltíðar ítróttarstjóra í starv. Talan er um danan, Jonas Dal Andersen. Jonas Dal Andersen er 45 ára gamal og hevur hollar royndir úr donskum fótbólti, har hann hevur verið venjari hjá Hobro, Esbjerg og AC Horsens í donsku Superliguni. Fyrr í ár var hann venjari hjá HB, áðrenn hann valdi at siga seg úr starvi. Nú verður hann so ítróttarstjóri á Argjum, har hann hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi til og við 2023.
 
- Sum ítróttarstjóri skal eg hava greinandi brillur á, hvussu felagið verður rikið, og ikki bara, hvussu tað sær út á vøllinum hjá besta mansliðnum. Tað er nakað við bygnaði í felagnum frá nevnd og allan vegin niður. Tað fer sjálvandi eisini at snúgva seg nógv um at fáa nýggjar leikarar, siga farvæl við aðrar og seta ein góðan hóp saman til venjaratoymið. Vit skulu hava eitt ítróttarligt ,,set-up” í AB, sum ger, at vit kunnu flyta okkum frameftir, sigur nýggi ítróttarstjórin.
 
- Setningurin verður at lyfta alt á eitt hægri støði, bæði í ungdómsdeildini og hjá teimum vaksnu. Mín arbeiðsuppgáva er fyrst og fremst at styrkja besta mansliðið, tað veri seg við venjingarleisti, hugburði til venjing og eina meira yrkisliga tilgongd til gerandisdagin í felagnum, sigur Jonas Dal Andersen.
 
AB fegnast um at hava fingið ein mann við slíkum royndum til felagið og ynskir Jonas Dal Andersen hjartaliga vælkomnum og bestu eydnu í nýggja starvinum!
 
Ein longri samrøða verður við Jonas Dal Andersen í leikskráini til heimadystin ímóti EB/Streymi nú leygardagin 7. august.
 
Á myndini er formaður felagsins, Marius Thomassen, avmyndaður saman við nýggja ítróttarstjóranum, Jonas Dal Andersen.