1. deild menn: KÍ 🆚 AB 1️⃣-3️⃣
 
Tað var ein snópislig kensla, tá vit á heimavølli taptu tepurt, 3-2, ímóti KÍ á heimavølli 27. juli, sum heldur brádliga hevði eitt heilt óvanliga sterkt lið við royndum leikarum í Betrideildini, sum teir vanliga ikki hava havt við í øðrum dystum í 1. deild í ár. Í kvøld spældu KÍ og AB aftur í næstbestu deildini og hóast dysturin var blivin fluttur soleiðis, at hann varð spældur dagin fyri týdningarmiklan dyst hjá besta liðnum hjá KÍ, so hevði KÍ aftur eitt krútsterkt lið við nøvnum sum Kristian Joensen, Jasper van Der Heyden, Boris Dosljak og Ivar Sollie Rønning. Hetta darvaði tó ikki okkara monnum, ið hóast mótgongd stríddust sum úlvar, tóku av sínum møguleikum og at enda vunnu ein sigur á 3-1, ið higartil helst man vera tann søtasti hjá okkum í ár.
 
Heimaliðið leggur heldur betur fyri og dugir væl at spæla langar, diagonalar bóltar út í síðuna, sum noyðir okkara leikarar at renna aftaná. Nakrar vandamiklar støður spyrjast burturúr, men Milos tekur sær væl av fleiri innleggum. Í hinum endanum er Teitur Debes Olsen væl upplagdur og er heilt nær við at skora ta einu ferðina, áðrenn skotið verður blokkerað í síðsta sekundi.
 
Eftir umleið 20 minuttir fáa vit tó ein ógvuliga keðiligan skaða. Í samband við deybóltsstøðu kemur málverji okkara, Milos Budakovic, illa fyri og gevur beinanvegin tekin um, at her er galið, og at hann er liðugur at spæla. At síggja til er talan um skaða í sama knæi, sum Milos sleit krossbandið í í dysti á fjørsumri. Vit vóna tað besta, ynskja Milos góðan bata og krossa fingrar fyri, at tað ikki gongur alt ov lang tíð, áðrenn hann kann spæla aftur.
 
Inn fyri Milos kemur danski Anders Plougmann Nagel, sum seinni í dystinum fær ein høvuðsleiklut.
 
Tað leikar javnt á, men eftir 35 minuttir gera við tað torført fyri okkum sjálvar. Ein langur bóltur, ið tykist púra vandaleysur, kemur ímóti verjuni hjá okkum. Anders og Teitur Jóanesarson í verjuni tosa ikki nóg væl saman, og so endar tað við, at Teitur skallar bóltin upp um málverjan og í egið mál. 1-0 til KÍ við einum máli, ið vit púra óneyðuga geva burtur.
 
Okkara menn halda tó høvdið kalt, og beint áðrenn hálvleik endar eitt gott AB-álop við, at vit fáa fríspark beint uttan fyri sekstanmeturin. Bartal Skaalum Petersen skjýtur eitt hart skot, bólturin tekur í eitt KÍ-bein og snýtur málverjan, og so er 1-1.
 
Ein spennandi og lívligur dystur í fyrra hálvleiki, sum í seinna hálvleiki verður enn stuttligari hjá okkum.
 
Átta minuttir inni í seinna hálvleiki halda vit tað tó vera alt annað enn stuttligt, tá eitt heldur ivasamt brotsspark verður dømt ímóti okkum. Ein KÍ-ari er við at sleppa framvið Teiti í verjuni, sum ger alt, sum hann er mentur, fyri ikki at raka og fella KÍ-leikaran. Onkursvegna er tó kanska kontakt ímillum og Teit í KÍ'aran, og dómarin tulkar hetta sum eina brotsgerð og brotsspark til KÍ. Tað er eisini ivasamt, um tann sonevnda kontaktin er innan- ella uttanfyri brotsteigin, men tað, sum er dømt, kann onki gerast við.
 
Anders var als ikki skuldarfríur í samband við fyrsta málið, men nú er løtan komin, at hann kann gera skaðan góðan aftur. KÍ-leikarin skjýtur eitt hart og væl plaserað brotsspark niður í vinstra horn, men Anders er sum køtturin heilt úti við stongina og fær bjargað. Og lítla løtu seinni revsa vit KÍ í hinum endanum.
 
Ardit spælir Mads leysan í høgru, sum við frálíkari sending spælir bóltin út aftur ímóti brotsteigarmarkinum, har Adis kemur rennandi. Skotið hjá honum sendir Kristian Joensen út í fulla longd, men hóast KÍ-málverjin fær hondina á, so er skotið ov væl plaserað og fer í mál. Brádliga er støðan 2-1 til AB, hóast tað fyri fáum minuttum síðani var líkt til, at tað skuldi blíva 2-1 til KÍ.
 
Restina av dystinum er leikferðin høg, og heimaliðið trýstir og kroystir okkum í egnan brotsteig. Vit megna tó at verja fyri øllum deyðbóltum, og tey skot, sum koma, fara tíbetur við síðuna av málinum.
 
Ístaðin verður dysturin at kalla avgjørdur 10 minuttir fyri dystarlok. Eftir eitt AB-álop er KÍ á veg hinvegin, men Mads megnar takklar frá einum KÍ-leikara, og púra tilvildarliga endar bólturin hjá Símini Hansen, sum ikki er rangstaddur orsakað av, at ein KÍ'ari hongur eftir, og nú er hann einsamallur ímóti málverjanum. Í slíkari støðu velja nógvir at seta eina innarusíðu á og plasera bóltin, men ongin slingur er í valsinum hjá Símini, sum skjýtur eitt hart skot við vristini og í mál til 3-1, sum eisini gerst endaliga úrslitið.
 
Hetta var ein heilt ótrúliga søtur sigur fyri okkara menn. Nógv prát hevur verið áðrenn dystin um, at nú fór AB at fáa ein lættari dyst orsakað av einari dystarflyting, men KÍ stillaði við øllum kanónunum, og kortini megnaðu vit at vinna trý stig ímóti einum sterkum liði á útivølli.
 
AB spældi ikki væl allan dystin á tamb, men stríðsviljin hjá øllum var eyðsýndur, og honum kemur ein langt við. Skaraði nakar serliga framúr, so var tað kanska liðformaðurin, Sørin Nygaard Samuelsen, sum var ein sannur brandur í verjuni og vann allar bóltar, sum komu nær honum. Hetta gjørdist serliga týdningarmikið í seinna hálvleiki, tá vit stundum vóru undir stórum trýsti
 
Eitt, sum eisini má nevnast, og sum heilt vist gjørdi mun fyri okkara menn var, at í mun til undanfarnar útidystir í ár vóru óvanliga nógvir AB'arar og stuðlaðu monnunum. Trúfasti trummusláarin var sjálvandi møttur upp eins og vanligt, og tað gerst so nógv stuttligari fyri øll, tá ið onnur eisini tíma at rópa við honum. Tólvti maður á áskoðaraplássinum eigur sanniliga eisini lut í sigrinum í kvøld.
 
Nú hevur AB vunnið fýra dystir á rað og er nummar fýra í deildini við 31 stigum. Bert eitt stig er upp til nummar tvey og trý, Víking og NSÍ, sum hava 32 stig. Vit hava spælt ein dyst færri enn hesi liðini, so tað fer veruliga at gerast heilt spennandi nú, tá ið vit fara inn í síðsta triðingin av kappingini.
 
Vit ynskja okkara monnum hjartaliga til lukku við sigrinum. 
 
Dómaraseðilin frá dystinum sæst við at trýsta her