Góđu pensjonistar,
Miđjan mai vóru nøkur góđ fólk møtt upp í AB húsinum til eitt prát um, at brúka AB húsiđ. Avtalađ bleiv, at hittast hvønn mikudag frá kl. 14-16. Her verđur møguligt at drekka sær ein kaffimunn, spæla kortspøl, Boccha/Petang, brúka vøllin, fitness høliđ ella ganga ein túr fram viđ ánni.
Vit byrja 1. Sep, og veriđ vælkomin 
