Komandi ár verður Argja Bóltfelag aftur í fremstu røð í Føroyum. Fyrireikingarnar eru langt síðani byrjaðar og nú kann kunngerast, at AB luttekur í nýggju Skandinavisku vetrarkappingini Scandinavian League, sum verður hildin mánaðarskiftið januar-februar 2022 í Alicante í Spania.

Tað verða 12 lið úr Svøríki, Noregi, Danmark, Finnlandi, Íslandi og so Argja Bóltfelag úr Føroyum. Bólkurin, sum AB er í, telur eisini Ørebro úr Svøríki, Ilvas úr Finnlandi og Hobro úr Danmark.

AB hevur eitt klárt mál um at vera verandi í bestu deildini eftir komandi kappingarár. Luttøkan í Scandinavian League er ein framúr møguleiki og ein liður í at hava best møguligar fyrireikingar undan kappingarbyrjan.