
Fráfallið av lokalum argjamonnum hevur av ymsum ávum verið dekan ov stórt síðstu árini, men í morgun kunnu vit kunngera tey gleðiligu tíðindi, at tveir av okkara heilt royndu leikarum, Jobin Drangastein og Mikkjal T. Hentze, finna gaggurnar fram aftur og verða við í Betrideildarhópinum hjá AB í 2022.
Báðir hava verið við til at myndað okkara besta manslið í nógv ár, áðrenn teir góvust á besta liðnum við kappingarenda í 2019. Í 2020 spældu báðir nakrar heilt fáar dystir, tá tað stóð á við fólki, men í ár hava báðir játtað seg til at spæla alt kappingarárið 2022 saman við okkum.
Jobin Drangastein er 31 ára gamal og uppvaksin í AB. Við sínum 252 dystum fyri besta mansliðið er tekniski miðvallarin við góða spælskilinum tann leikarin, sum í søgu felagsins hevur spælt næstflestar dystir fyri AB.
Mikkjal T. Hentze er 35 ára gamal, ættaður úr Skálavík og uppvaksin í B71. Síðani 2012, tá hann fyrstu ferð kom út á Argir, hevur hann spælt heili 172 dystir fyri besta mansliðið, sum merkir, at hann er tann leikarin við fimtflestum dystum fyri AB. Mikkjal er kendur sum drúgvur og arbeiðssamur miðvallari, men seinnu árini hevur hann eisini verið at sæð í verjuni.
Við hesum báðum undirskriftum fáa vit bæði økta breidd og eina ørgrynnu av royndum í hópin. Vit fegnast um, at Jobin og Mikkjal koma við AB í Betrideildina í 2022! 


