Ein av teimum lokalu argjamonnunum hevur sett sína undirskrift á sáttmála fyri 2022 og 2023. Ragnar Skála spælir eisini við AB komandi tvey árini.
 
Ragnar Skála er 21 ára gamal og evnaríkur miðvallari við sera góðum bóltførleika. Hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum í Betrideildardysti ímóti B36 í 2018, og síðani hevur ungi argjamaðurin spælt 32 dystir á besta mansliðnum.
 
Síðstu tvey árini hevur Ragnar verið darvaður av einum afturvendandi skaða, men síðani september í fjør hevur hann verið fullfermdur, og tað vóna vit sjálvandi, at hann verður alt kappingarárið 2022.
 
Síðsta heyst bleiv Ragnar eisini fastur fúsur í U21-landsliðshópinum, har hann spældi sínar fyrstu tveir landsdystir🇫🇴
 
Til lukku við sáttmálanum, Ragnar! ❤️💙