AB skipar leygardagin 23. februar fyri loppumarknaði, tombola og kaffisølu í AB-húsinum. Tiltakið er frá kl. 11 - 16. 

Vit heita á tykkum øll um at lata okkum lutir til loppumarknaðin. Lutir kunnu latast inn í AB-húsið mikukvøldið 20. februar frá kl. 18 og hóskvøldið 21. februar frá kl. 17. Vit eru áhugaði í øllum lutum, sum kunnu seljast á loppumarknaði. So um tit hava okkurt liggjandi, sum tit ikki brúka, hevði tað verið sera gott, um AB kundi fingið lutirnar at selja. Alt kann seljast og alt ger mun. 

Øll eru vælkomin í AB-húsið leygardagin.