Á aðalfundinum hjá AB mikukvøldið 20. februar var m.a. nevndarval á skránni. Fyri vali stoðu Christian Nielsen og Anja Gleðisheygg, men tey boðaðu bæði frá, at tey ynsktu ikki at halda fram. Í lógum felagsins er ásett, at nevndin kann telja 3-5 limir. Eittans uppskot, Anja Rasmussen, var á aðalfundinum til nevndarlim, og var hon vald í nevndina við applaus. Til tiltakslim var valdur Rói Henriksen.

Nevndin skipaði seg aftaná aðalfundin, og er nevndin í Argja Bóltfelag nú henda:

Doris Vang Rasmussen, forkvinna
Ørvur Andreasen, næstformaður
Mourits Joensen, kassameistari
Anja Rasmussen, skrivari
Rói Henriksen, tiltakslimur

(Myndin: Aftast frá vinstru: Rói Henriksen, Ørvur Andreasen og Mourits Joensen. Fremst frá vinstru: Doris Vang Rasmussen og Anja Rasmussen)