2. deild hjá AB spældi í kvøld ímóti B68 á Argjum og vann dystin 6-1. Harvið hevur AB tryggjað sær uppflyting til 1. deild við higartil 40 stigum. Nr. 3 í 2. deild er FC Suðuroy við 29. stigum. Nakað av áskoðarum var til dystin, og við dystarlok var fýrverk skotið fyri at heiðra uppflytingini.

Spenningur er eisini um, hvør fer avstað við 1. plássinum í 2. deild. Undan hesum vikuskiftinum, tá 3 umfør vóru eftir, var AB nr. 2, bert 1 stig aftanfyri FC Hoyvík. Spennandi verður at fylgja seinastu umførunum og síggja, hvussu leikur fer. 

Nikolaj Eriksen (myndin) er venjari hjá 2. deild. 

Síggj fýrrverkið við at trýsta her.

Síggj støðuna í 2. deild við at trýsta her.