AB hevur havt 2 lið í kappingini hjá 2. deild kvinnum: Eitt AB lið og eitt felagslið AB/B71. Væl hildnaðist hjá báðum liðunum. Felagsliðið AB/B71 bleiv nr. 2 og fekk silvur, meðan AB bleiv nr. 3 og fekk bronsuheiðursmerkir.
AB/B71 spældi sín seinasta dyst mikudagin 18. september, og fingu tær tá silvurheiðursmerkini handaði.
AB spældi sín seinasta dyst í dag sunnudagin 22. september á Argjum ímóti ÍF/Víkingur/B68. Dysturin endaði 2-1 til ÍF/Víkingur/B68. AB var á odda 1-0 í hálvleikinum. Greitt var tó longu áðrenn dystin, at AB hevði vunnið bronsuheiðursmerkir, og at ÍF/Víkingur/B68 hevði vunnið gullheiðursmerkini í kappingini.
Fróði Danielsen frá FSF var á vøllinum aftaná dystin og handaði heiðursmerkini til bæði liðini.
Endaliga støðan hjá 2. deild kvinnum var henda:
1. ÍF/Víkingur/B68 38 stig
2. AB/B71 32 stig
3. AB 28 stig
4. 07 Vestur 13 stig
5. HB 10 stig (HB fór úr kappingini í fyrru hálvu)
6. FC Hoyvík 9 stig
Venjari hjá AB er Johan Stenberg og venjarar hjá AB/B71 eru Tonni Brimsvík og Tijani Mohammed.
Á heimasíðuni hjá B71 er grein um AB/B71. Trýst her.